Drama er lívrættur hjá B36

Teir í árstalsfelagnum ætla at skriva føroyska fótbóltssøgu á Tórsvølli í kvøld

Nú klokkan 19 verður fyrsta bríksl á Tórsvølli, har B36 í kvøld hevur vitjan av The New Saints úr Wales. Talan er um triðja umfar í Europa League, og um tað eydnast B36 at vinna, so verður felagið tað fyrsta í Føroyum, sum megnar at spæla seg víðari úr triðja umfari.

-Eg havi sagt við spælararnar, at hetta er teirra møguleiki. Vit halda okkum hava møguleika at vinna, og tað er als ikki vist, at hesir spælararnir fara at fáa henda møguleikan aftur, sigur Jákup á Borg venjari hjá B36.

Hann hevur sett hetta liðið at vera á vøllinum frá fyrsta bríksli í kvøld:

B36: Rói Hentze Mørk – Benjamin Heinesen, Andreas H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard – Eli Falkvard Nielsen, Magnus Holm Jacobsen – Árni Frederiksberg, Michal Przybylski, Ragnar Samuelsen – Sebastian Pingel

Á beinkinum eru Símun Rógvi Hansen, Stefan Radosavljevic, Erling D. Jacobsen, Jóhann Hansson Joensesn, Hannes Agnarsson, Andreas Thomsen og Andrass Johansen.

 

B36 vann seg fyrr í summar víðari ímóti FC Levadia. Eftir longda leiktíð og stórt drama vann B36 4-3.

-Vit vóna, at tað í kvøld fer at eydnast okkum at avgera dystin í 90 minuttir. Um tað ikki eydnast, so eru vit fyrireikaðir upp á at standa okkum í longdari leiktíð. Vit hava áður – bæði í Europa og heimligu kappingunum – víst, at vit hava megnað hetta, sigur B36 venjarin, sum roknar við, at hansara lið fer at vísa seg frá ymiskum síðum í kvøld:

-Tá ið alt verður avgjørt í einum dysti, so er tað týdningarmikið fyrst at binda um í verjupartinum, og síðani at síggja, hvussu dysturin tekur seg upp. Eg rokni við, at vit í løtum fara at leggja nógv fyri í álopum og so aðrar løtur at varðveita bóltin og so aftur at vera í verjustøðu. Men tað valdast, hvussu dysturin fer at taka seg upp. Vit rokna við møguleikanum, sum vit halda okkum hava, sigur B36 venjarin.