Skottilburður í Field's: Fólk sleppa sær til rýmingar

Onkur hevur skotið við byrsu inni í stóra danska innkeypssentrinum, og fleiri eru skadd. Ein persónur er handtikin í málinum.

Klokkan 17:00: Fleiri løgreglufólk í skotsikrum vestum eru í løtuni til staðar í innkeypssentrinum Field's á Amager í Keypmannahavn. Vegir nærindis eru stongdir.

 

Sum danskir miðlar skilja á lagnum, hevur onkur skotið har inni. Ein kelda, sum BT hevur tosað við, sigur seg hava hoyrt fleiri skot har inni. Ein onnur kelda fortelur fyri EkstraBlaðnum, at viðkomandi sá eini 150 fólk renna út úr sentrinum.

 

Enn eru øll ikki komin út, men fleiri fólk renna í skrivandi stund út. Í løtuni standa nógv fólk uttan fyri sentrið, og fleiri teirra eru sera merkt av støðuni.

 

Dagføring klokkan 17:35: Nú hevur politiið í Keypmannahavn váttað, at talan er um skjótarí. Sí her:

 

##med2##

 

Fleiri fólk hava verið inni í sentrinum leingi og goymt seg. Í løtuni koma fleiri størri bólkar av fólki rennandi út.

 

Sjúkrabilar eru til staðar, og fleiri portørar renna inn í sentrið við børum.

 

Dagføring klokkan 17:46:

 

Nú váttar politiið eisini, at fleiri persónar eru skaddir:

 

##med3##

 

Tyrlur flúgva í økinum, løgreglufólk, brandbilar og sjúkrabilar eru eisini til staðar.

 

Politiið heitir á fólk um at halda seg burtur frá Field's, men tey, sum eru inni í bygninginum, skulu halda seg har og bíða eftir politinum. Politiið heitir eisini á øll, sum hava sæð ella hoyrt okkurt um hetta, um at venda sær til politiið.

 

Dagføring klokkan 18:07:

 

Ein maður er handtikin, váttar politiið í Keypmannahavn á Twitter. Meira er ikki at frætta um viðkomandi enn.

 

##med4##

 

Politiið hevur eisini biðið øll fólkini, sum hava staðið við avsperringarnar framman fyri Field's um at sleppa sær enn longur vekk.

 

Dagføring klokkan 20:00:

 

Søren Thomassen, politiovasti, váttar á tíðindafundi, at fleiri fólk eru dripin og skadd av skot-álopinum í innkeypssentrinum.

 

Tann handtikni maðurin er ein 22 ára gamal danskari.