Dramaið í Borgshavn

Tá Tórbjørn Jacobsen kendi seg noyddan at seta Norðvíking á land, um nakar møguleiki skuldi vera fyri at sleppa undan, at hann sakk sunnarlaga í Vesturgrønlandi

Hesar seinastu vikurnar hevur nógv verið at hoyrt um Tórbjørn Jacobsen á Glyvrum. Fyrst fanst hann í ógvuliga opinskáraðari samrøðu her í blaðnum at, hvussu politierður gjørt í Føroyum. Sama dagin, sum samrøðan var í blaðnum, fór Tórbjørn til skips, men í kjalarvørrinum á markantu útsøgnunum hevur nógv verið tosað um leiklutin hjá landsstýrinum, løgtinginum, flokkunum og einstøku tingmonnunum, og tað hevur verið at hoyrt um ætlaðar broytingar í mannagongdum á fleiri økjum.

Skipsferðin hjá Tórbirni Jacobsen, sum í samrøðuni segði seg umhugsa at siga tingsessin frá sær, gjørdist hesa ferðina nógv styttri, enn hon ætlaðist, og enn hon plagar at vera. Í sjaskveðri fór Halgafelli, sum Tórbjørn førdi, og sum hann átti saman við pápa sínum, Jóan Jakku Jacobsen, á land um Lofoten leiðina. Skipið sakk, men tíbetur kom manningin frá hendingini í øllum góðum.

Sjófrágreiðing hevur ikki verið enn. Skiparin hevur verið sjúkur, men nú er Tórbjørn komin so frægt fyri seg, at hann undan vikuskiftinum fór av landinum at hyggja at nýggjum skipi. Sjófrágreið-ingin verður helst fyrst í komandi viku.


Tá nógv stóð á

Eina ferð áður hevur staðið heilt illa til hjá Tórbirni Jacobsen á sjónum. Tað var, tá hann sum 26 ára gamal á sumri í 1982 var skipari á Norðvíkingi, sum familjureiðaríið á Glyvrum átti.

Norðvíkingur var í strandfarasigling í Grønlandi 1973?1983. Teir sigldu fyri Hin Kongaliga Grønlendska Handilin, og rutan var frá Hvarvinum og norður til Upernavik. Tað var á einari av rundferðunum ? tað fór ein mánaður frá tí, at teir fóru úr einum plássi, og til teir vóru á sama plássi aftur ? at manningin í ódnarveðri bjargaði Norðvíkingi undan totalum skipbroti á leiðini við Borgshavn, sum føroyingar kennast við, tí har plagdu nógvir føroyskir bátar at rógva úr um sumrarnar.

Í bindinum av siglingarsøguni hjá Páll Nolsøe, sála, sum snýr seg um bygdirnir á eystara armi á Skálafjørðinum í Runavíkar kommunu, greiðir Tórbjørn Jacobsen frá, hvussu tað gekk fyri seg ta ferðina, tá skipið var farið at leka í tí nógva ísinum, og tá støðan var so álvarslig, at tað vóru bara tvinnir kostir í at velja. Teir noyddust at fara av skipinum og um ikki, so máttu teir onkursvegna seta skipið upp á land. Tað var lættari sagt enn gjørt, tí berg var fyri alla staðni har á leið.

Men teir á Norðvíkingi komu burturúr tí, og vit geva Torbirni Jacobsen orðið at greiða frá, hvussu hetta gekk fyri seg. Bjargingin av skipinum fekk eitt eftirspæl, sum fyri knøppum átjan árum síðani varð nógv umrøtt. Hvussu tað hekk saman, venda vit aftur til komandi leygardag.

Við loyvi frá Torbirni endurgeva vit her spennandi frásøgnina, sum hann gav Siglingarsøguni um sjálva bjargingina.


Bar seg undarligt at

1982 var eitt av ringu ísárunum. 3. juni um kvøldið fór Norðvíkingur úr suðurgrønlendska býnum Narssaq, har teir høvdu uppskipað og fermt tann dagin. Leiðin gekk til Arsuk, men hagar kom skipið ikki fyrrenn fleiri mánaðir seinni. Sum tað er vanligt, tá ið skip fara úr Narssaq og norðuryvir varð siglt oman ígjøgnum Breiðafjørðin. Ísviðurskiftini vóru so mikið fræg hetta kvøldið, at tað kundi siglast við fullari ferð.

Í munnanum á fjørðinum gjørdist tað greitt, at ísviðurskiftini vóru soleiðis uttanfyri, at tað var ikki hugsningur um at fara framvið landi norðuryvir. Um midnáttarleitið var ein tyrla frá ístænastuni í Narsarssuaq omanfyri skipið, og teir hildu, at leiðin átti at vera so toluliga framkomandi innanskerja frá Det Nordlige Mågeløb og víðari fram. Ráðini frá teimum vórðu fylgd, og eingir stórvegis trupulleikar vóru at koma ígjøgnum hesa torføru siglingarleið og norður til Koparminuvíkina.

Men nú var veðrið versnað munandi. Tað var ódnarveður av landssynningi megi 11-12, og ísurin hevði hópað seg saman frá Torssukatak og norður ímóti Sanerut hálvoynni, sum er nakrar fjórðingar sunnanfyri Arsuk. Í tí nógva vindinum og ísinum, sum var í rakstri, gekk illa at koma ígjøgnum, og stoytirnir vóru harðir ímóti skipssíðuni.

Tað eydnaðist umsíðir. Men tá ið Norðvíkingur var komin einar fýra fjórðingar norðum um útnyrðingshornið á Sanerut, purraði stýrimaðurin, ið hevði vaktina frá midnátt (gingið varð seks og seks), skiparan út og segði honum, at hann helt ikki, at alt var í lagi, tí skipið hevði fingið slagsíðu og rørslurnar vóru ikki soleiðis, sum tær plagdu at vera.


Drakk nógvan sjógv

Klokkan var nú hálvgum seks á morgni 4. juni. Skiparin var á brúnni í somu løtu, og hann kundi bara staðfesta, at skipið var farið eini 10 ? 15 stig á bakborð. Maskinmeistarin varð umgangandi biðin um at taka barlastina úr bakborðssíðu. Hetta hjálpti kortini ikki meiri enn so, at skipið legði seg meiri yvir og harvið var støðan rættuliga álvarslig, tá ið um somu tíð verður hugsað um tað vánaliga veðrið, sum leikaði í.

Stýrimaðurin varð biðin um at fara niður í lastina at kanna, hvussu vorðið var, og hóast tað var illa framkomandi fyri farmi, so kundi hann bara staðfesta tað, sum frammanundan varð væntað, nevniliga at stórur leki var á skipinum.

Kósin varð alt fyri eitt sett ímóti fyrstu lívd av landi, manningin var øll komin á dekkið, og tað fyrsta, ið hon tók sær fyri, var at fáa eina flytbara brandpumpu fram á dekkið. Lastalúkurnar vórðu hálaðar av, og pumpan fingin at taka. Seinni, tá ið farmurin blotnaði í tí nógva sjónum, og pappír og plastikk rak fyri súgvingina, gjørdust trupulleikarnir so stórir, at lítið og einki varð pumpað úr lastini. Vatnstøðan vaks, og skipið legði seg bara meiri og meiri á bakborð.

Klokkan 0615 var Norðvíkingur komin upp undir land og lá á einari lítlari vík á útnyrðingshorninum á Sanerut hálvoynni.

Skipið fór meiri á liðina, og tað var fullgreitt, at tað fór ikki at bera til at halda tí flótandi við tí pumpuføri, ið var umborð. Tann stolta skútan var komin í bardaga við tíðina, og um ikki okkurt álvarsligt stig varð tikið at bjarga henni, so var eingin ivi um, at hennara æviskeið var runnið, áðrenn nógvir minuttir vóru umlidnir.

Neyðarkall varð sent út, og harvið kom skipið í samband við Godthaab Radio og síðani við Grønnadal Radio, ið liggur á donsku flotastøðini í Grønnedal, fáar fjórðingar norðanfyri, har skipið lá. Eingi skip og eingin tyrla var á flotastøðini um hetta mundið, og tí vórðu øll skip nærhendis Norðvíkingi biðin um at halda leiðina til hansara.


Upp á land

Um sjey tíðina henda morgunin metti Tórbjørn Jacobsen, skiparin, støðuna so álvarsliga fyri manning og skip, at einastu ráðini vóru at seta skipið á land.

Forberg var fyri alla staðni og fyrsta royndin miseydnaðist. Onnur royndin eydnaðist so frægt, at skipið stóð framman. Nógva runið í sjónum gjørdi, at tað var neyðugt at liggja við fullari maskinorku fram í klettin alla tíðina. Hetta linkaði samstundis um øgiligu stoytirnar, sum komu, tá ið teir ringastu rennisjógvarnir vildu knúsa skipið sundur.

Nú stóð skipið so nær klettinum, at um tað gjørdist neyðugt, so bar til at leypa í land av gronini. Fýra trossar vórðu settir av framskipinum inn á land, har onkur kneysi var at seta fast á.

Ein bingja, ið vigaði eini átta tons, varð hivað upp úr 2?lastini og hongd út yvir skipssíðuna í stýriborð. Slagsíðan var nú eini 30?35 stig á bakborð, og vatnstøðan var so álvarslig, at tvær tær aftastu millumdekslúkurnar flotnaðu uppúr sporinum.

Klokkan var 0720, tá tað hendi, ið helst bjargaði skipinum undan fullkomnum skipbroti. Ein rættulig alda lyfti skipið upp frá klettinum, og frammi á bakkanum hivaðu teir trossarnar ? sum vístu inneftir í stýriborð ? við akkersspælinum. Við hepnum samspæli millum omanfyri nevndu og momentið frá bingjuni og sjálvandi við ta vánaligu kjølfestu, ið skipið nú hevði fingið, eydnaðist tað at fáa skipið uppá rættkjøl og síðani at fella tað yvir í stýriborð.

Av tí at barlastin var tikin út úr bakborð, gjørdist slagsíðan á stýriborð hvaðna verri, enn hon hevði verið á bakborð frammanundan.

Í tí løtu hann fell yvir, kom hann so langt, at sjógvurin sleikti upp eftir lúkukørmunum. Tá mundi hann hella eini 40?45 stig. Skrædlið, hann hevði fingið í ísinum fyrr um morgunin, kom nú undan kavi. Seinni varð tað mátað at vera 123 cm til longdar og um ein tumma til breiddar, og tað lá einar 70 cm uppi á banjaradekkinum.


Umvælingin

Undir so torførum sum hugsast kundu, varð nú farið undir umvælingina. Maskinmeistarin, Jørmund Gaardlykke úr Lamba, fór niður í bjargingarbátin við sveisiútgerð og flatjarni. Hann lesti seg eftir slagkjølinum í bakborð fram til skrædlið, men tað gjørdist skjótt greitt, at hetta fór ikki at eydnast, og tá ið hetta var alt annað enn vandaleyst í tí ringa veðrinum, gav skiparin boð um at taka mannin innaftur.

Nú var bara ein møgulig roynd eftir, og tað var at bróta seg fram til skrædlið innanífrá og umvæla tað haðani. Men hetta var lættari sagt enn gjørt.

Tað er ikki hvørs mans føri at fara niður á banjaradekkið á einum skipi, ið komið er til at søkka, og sum er við at liða seg sundur í einum deyðadysti við náttúruna. Men við miklum stríði og strevi eydnaðist henda royndin so mikið væl, at um middagsleitið, tá ið skiparin tók skipið útaftur ? tað var tá vorðin ódn í brimi ? var skrokkurin so gott sum tættur.


Nógvir bjóðaðu hjálp

Fyrsta skipið, sum kom á staðið, var ferðamannabáturin Disko. Hetta var kl. 0740. Teir bjóðaðu fram alla ta hjálp, ið teir kundu veita. Umborð á Norðvíkingi hildu teir ikki, at tørvur var á aðrari hjálp enn á einari stórari pumpu, og umborð á Disko høvdu teir onga sovorna. Skipararnir báðir avráddu, at Disko skuldi taka sær av øllum telefonsamskiftinum, ið mátti verða, nú flotastøðin hevði tikið sær av at stjórna eini møguligari bjarging uttaneftir.

Tíbetur gjørdist henda bjargingin ongantíð neyðug. Eftir hendingina ljóðaði annars ímillum manna, at ætlanin hjá Grønlands Kommando hevði verið ? um ikki við góðum so við illum! ? at taka manningina av Norðvíkingi. So álvarsliga mettu teir støðuna at vera.

Tríggir bátar afturat komu á staðið til reiðar at hjálpa. Harafturat hevði flotastøðin boðsent einari tyrlu úr Eysturgrønlandi, men tað var fullgreitt, at ein tyrla als ikki hevði møguleika at virka undir veðurumstøðunum, ið har vóru ráðandi.

Eftir at skipið var tikið út aftur, var slagsíðan tann sama. Barlastin varð nú tikin innaftur í bakborð og pumpað varð úr lastini. Skipið lá í frægastu lívdini, meðan rættað varð uppaftur, og um 1700 tíðina, tá ið hallið bara var eini 5 ? 10 stig, boðaðu teir umborð á Norðvíkingi teimum umborð á Disko frá, at teir vóru klárir at sigla aftaná teimum inn í Kungnat víkina, ið er stutt innanfyri Arsuk. Har kastaði Norðvíkingur akkerið tveir tímar seinni, og har vóru líkindini av teimum bestu.


Umrøðan

Sum vera man, so fekk hendingin heilt fitt av umrøðu. Poul Newstead, sum var skipari á Disko, segði í endanum á síni frágreiðing um tað, ið gekk fyri seg henda ódnardagin: ».....al reparation og bjærgningsarbejde blev således udført af Norðvíkingur?s besætning uden hjælp udefra. Disko?s indsats bestod i ko-ordinering af radiotrafik, ledelse af andre skibe, samt stand-by i tilfælde af forlis. Vejret i området: Vind sydøst styrke 11 til 12 med voldsomme fjeldkast, god sigtbarhed«.

Dagblaðið skrivaði soleiðis um hendingina: »....Hin 26 ára gamli skiparin, Tórbjørn Jacobsen, sigur, at hann í ódnarveðrinum noyddist at seta skipið á land, so tað ikki sakk, eftir at tað hevði fingið ein leka í bakborð. Ringt var at fáa skipið at standa, tí berg var fyri, men tá ið hann royndi aðru ferð, stóð Norðvíkingur. Í seks tímar lá hann við fullari ferð fram og helt skipinum á landi, meðan maskinmeistarin var í lastini og sveisaði holið aftur. Tá hann var liðugur, og ódn var í brimi, setti hann fulla ferð á bakk og fekk skipið útaftur ? og tað fleyt«.

Grønlendska blaðið Aulisarnermit nutársiagssat ella Grønlands Fiskeritidende skrivaði m.a. um hendingina: »Ved dygtighed og beslutsomhed reddede skipper Torbjørn Jacobsen sit skib, Norðvíkingur, fra at gå af Magnus Jensen til (Magnus Jensen er farmaskip hjá Kongaliga Handlinum, ið fór á land og sakk miðskeiðis millum Nuuk og Føroyingahavnina). Torbjørn Jacobsen har netop fået papir som skibsfører og førte sit første skib på Grønland...«.