Tað er dramatikkur til síðsta bríksl í næstbestu deildini og óvissan, um tað verður eitt ella tað verða tvey lið, sum fara at flyta niður úr bestu deildini, fer at halda sær inntil klokkan nakrar minuttir í tvey í morgin, tá ið dysturin í Leirvík verður liðugur.
Tað vóru so mikið ófantalig líkindi fyrr í kvøld, at dysturin í Sarpugerði millum Víking og B68 varð avblástur, tá ið eitt lítið korter var farið.
Tað er nú gjørt av, at dysturin verður spældur í morgin á middegi – klokkan 12.00. Í morgin fer Víkingur at eiga heimavøll í Leirvík.
Úr Sarpugerði fóru B68 spælararnir til Leirvíkar. Teir hava sitið og fylgt við á in.fo heima hjá málverjanum Peturi Meinhard Magnussen.
NSÍ legði seg framum ímóti Giza Hoyvík, og KÍ legði seg framum ímóti HB. So tóktist tað vera líka mikið, hvussu úrslitið fór at verða í útsetta dystinum hjá Víkingi og B68.
Men so koppaði alt á høvdið. Giza Hoyvík vann 3-1 ímóti NSÍ, og HB vann 2-1 ímóti KÍ.
Hesi úrslitini bera við sær, at tað nú er upp til B68 at gera av, um liðið næsta ár skal spæla í bestu ella næstbestu deildini. Um tað í morgin eydnast toftamonnum at vinna í Leirvík, so vinnur B68 silvurmerkini og flytur upp. Um tað endar javnt ella Víkingur vinnur, so flytur B68 ikki upp.
B68 venjarin, Bill Jacobsen, ásannar, at hetta varð meiri spennandi, enn tað bar til at ímynda sær, hóast tað undan dystunum í kvøld kendist øgiliga spennandi:
-Eg havi skilt tað soleiðis, at vit skulu spæla tað, sum var eftir av dystinum, tá ið dómarin blásti av. Tað vil siga, at vit í morgin skulu spæla umleið 75 minuttir í Leirvík í morgin, sigur B68 venjarin.
Nú fingu tit nýggjan møguleika?
-Vit kunnu siga, at Giza Hoyvík og HB við at vinna góvu okkum dystarbólt. Men vit eru ikki fluttir upp. Vit eru øgiliga spentir, og nú er tað upp til okkara menn at vísa, at teir megna at vinna og harvið at tryggja sær pláss í bestu deildini, sigur B68 venjarin Bill Jacobsen.
Dysturin verður spældur á middegi í morgin, og um toftamenn vinna, so flyta teir upp í bestu deildina.
27. umfar
Víkingur – B68 útsettur til leygardagin
Giza Hoyvík – NSÍ 3-1 (3-1)
0-1: Pætur Turiðarson Skipanes 1.
1-1: Hugin Feber á Borg 12.
2-1: Solomon Kwao 41.
3-1: sjálvmål 45.
HB – KÍ 2-1 (0-1)
0-1: Tórur Eyðbjørnsson Jacobsen 37.
1-1: sjálvmál 87.
2-1: Dánjal Reginsson 93.
Suðringar – Skála 2-4 (2-1)
B71 – ÍF leygardagin
ÍF | 26 | 20 | 3 | 3 | 88 | 37 | 63 |
NSÍ | 27 | 16 | 4 | 7 | 83 | 39 | 52 |
KÍ | 27 | 16 | 4 | 7 | 68 | 34 | 52 |
B68 | 26 | 16 | 3 | 7 | 60 | 34 | 51 |
Víkingur | 26 | 11 | 4 | 11 | 43 | 45 | 37 |
HB | 26 | 9 | 5 | 13 | 49 | 46 | 32 |
Skála | 27 | 9 | 5 | 13 | 46 | 59 | 32 |
B71 | 26 | 9 | 1 | 16 | 43 | 64 | 28 |
Giza Hoyvík | 26 | 7 | 5 | 15 | 37 | 49 | 26 |
Suðringar | 27 | 1 | 4 | 22 | 20 | 129 | 7 |
----
Í kvøld eru fýra dystir í næstbestu fótbóltsdeildini:
Suðringar – Skála kl. 17.00 2-4 (2-1)
Víkingur – B68 kl. 18.00 - vegna veður varð dysturin avblástur, tá ið 25 minuttir vóru farnir og støðan framvegis var 0-0
Giza Hoyvík – NSÍ kl. 18.00 3-1
HB – KÍ kl. 18.00 2-1
Úrslitini í trimum av dystunum hava ávirkan á, um tað fer at eydnast B68 at flyta upp saman við ÍF, sum í morgin spælir síðsta dystin á Sandi.
Tað verður fylgt við her á síðuni.
Niðanfyri her ber til at síggja listarnar á teimum, sum manna liðini.
Merkisvert er tað, at í tveimum dystum eru faðir og sonur á sama liði.
Á Víkinga liðnum er Geza Tamas Túri málverji, og millum útispælararnar er Geza David Túri.
Á liðnum hjá Suðringum eru Palli Augustinussen og sonur hansara, Pætur Augustinussen, liðfelagar
Víkingur – B68 kl. 18.00
Dómari: Aron S. Vest
Víkingur: Geza Tamas Túri – Tróndur á Høvdanum, Bergur Gregersen, Mikal á Reynatrøð, Óla Kristian Skála Jacobsen, Pól Enok Hansen, Magnus Heinason, Tonni J. Thomsen, Geza David Túri, Arnbjørn Svensson, Ingi Jonhardsson
B68: Petur Meinhard Magnussen – Petur í Túni Petersen, Niklas F. Joensen, Aleksandur Ólavsson Jensen, Jann Ingi Petersen, Óli Højgaard Olsen, Jónleif Højgaard, Esmar P. Clementsen, Bárður Ólavsson Jensen, Pedro Taracon Anton, Albert Róin Johannesen
10) 0-0
Tað vóru hampulig líkindi, tá ið bólturin fór á rull, men nú eru líkindini vánalig í Sarpugerði - vindur, regn og viðhvørt vátaslettingur.
17) 0-0
Dómarin hevur bríkslað dystin av í Sarpugerði. Spælararnir eru farnir undir tak, og tað verður bíðað í eina løtu - einar 5-10 minuttir - so fæst at síggja, um líkindini verða betri, enn tey eru nú. Í løtuni ber ikki til at spæla fótbólt í Sarpugerði.
25) 0-0
Dómarin hevur avblást dystin í Gøtu. Tað eru ikki líkindi at spæla fótbólt í Sarpugerði í kvøld.
Giza Hoyvík – NSÍ kl. 18.00
Dómari: Rani A. Skaalum
Giza Hoyvík: Mortan Vang – Ragnar Rasmussen, Ingmar V. Dam, Teitur Jóanesarson, Hugin á Borg Feber, Tróndur Arge, Ahmed Keita, Niklas Fríði Jacobsen, Leivur Holm Joensen, Eli S. Christiansson, Solomon Ayiku Kwao
NSÍ: Eli Joensen – Jóhann Gaardbo, Sølvi Sigvardsen, Steffan Løkin, Pætur Turiðarson Skipanes, Atli Petersen, Jann Martin Mortensen, Pætur Hentze, Jann J. Benjaminsen, Mórits Heini Mortensen, Sjúrður P. Nielsen
10) 0-1
0-1: Pætur Turiðarson Skipanes
NSÍ hevur lagt seg framum á vøllinum við Skúlan við Løgmannabreyt, har tað er fitt av vindi.
22) 1-1
1-1: Hugin Feber á Borg
44) 2-1
2-1: Solomon Ayiku Kwao
43) 3-1
3-1 sjálvmál
45) 3-1
HÁLVLEIKUR
66) 3-1
Giza Hoyvík hevði fríska lotið undan í fyrra hálvleiki, tá ið tað eydnaðist heimaliðnum at venda 01 til 3-1.
Nú hevur NSÍ vindin undan, men tað gongur sera striltið at fáa úrtøku.
90) 3-1
Seks minuttir eru lagdir aftrat.
96) 3-1
LIÐUGT
HB – KÍ kl. 18.00
Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen
HB: Mattias Lamhauge – Bjarni Brimnes, Pætur Ejdesgaard, Regin í Geil Jacobsen, Svenn Fuglø Jacobsen, Rói av Fløtum, Símun Sólheim, Villiam Emil Klein, Tórmóður Peturson Djurhuus, Símun N. Samuelsen, Óli Restorff Hansen
KÍ: Fríði Sigurðsson – Andrias Høgnesen, Tórur Eyðbjørnsson Jacobsen, Eivind Sørensen, Jóhan Waag Høgnesen, Bárður Hansen, Álvur F. Christiansen, Henry Heinesen, Fróði Mørkøre, Tórur Justesen, Andrias S. Frederiksberg
30) 0-0
Tað er framvegis málleysur javnleikur í Gundadali.
42) 0-1
0-1: Tríggjar minuttir undan steðginum hevur KÍ lagt seg framum í Gundadali.
45) 0-1
HÁLVLEIKUR
65) 0-1
Tað gongur javnt á. Ferðin er ikki høg, og tað eru fáir málmøguleikar.
76) 0-1
Tað eru framvegis fáir og smáir málmøguleikar. Nú er tað ferðmiklari, enn tað var fyrstu løtuna eftir steðgin. Fleiri nærdystir og ikki so nógv samanhangandi spæl.
87) 1-1
1-1: sjálvmál
So er javnt í Gundadali. Klaksvíkingar hava gjørt sjálvmál.
90) 1-1
HB misnýtir brotsspark. Fríði Sigurðsson í KÍ málinum bjargar.
93) 2-1
2-1: Dánjal Reginsson
Dánjal Reginsson, sum varð skiftur inn á HB liðið, tá ið eitt korter var eftir, skorar, og so bríkslar dómarin fyri síðstu ferð.
LIÐUGT
Suðringar – Skála kl. 17.00
Dómari: Lars Müller
Suðringar: Ólavur Ludvig – Jón Thomsen, Jónar Holm, Rói Klakkstein Vilhelm, Janus Augustinussen, Pætur Augustinussen, Petur Mortensen, Andrias Sørensen, Teitur Mortensen, Jóan Pauli Augustinussen, Aron Sørensen
Skála: Sonni Højgaard - Djóni Petersen, Jannik M. Olsen, Kristian Martin Jakobsen, Nenad Saric, Teitur Poulsen, Aksel Jacobsen, Jónhard Frederiksberg, Andreas Egeberg Jacobsen, Jákup Joensen, Dávid Johansen
45) 2-1
70) 2-3
85) 2-4
90) 2-4
LIÐUGT