Dramatikkur í Italia

Seria A: Napoli vann í yvirtíðini á arvafíggindanum úr Juventus, sum hevur fingið síni 15 stig aftur

Tað var dramatikkur í Seria A í gjárkvøldið, tá Napoli vann 1-0 á arvafíggindanum úr Juventus. Málið kom ikki fyrr enn í yvirtíðini og tað var eftir, at Juventus stutt frammanundan fekk ein mál kolldømt.

 

Napoli kann tryggjað sær meistaraheitið í næstum, nú teir hava eina leiðslu upp á 17 stig. Tað eru 33 ár síðani seinasta meistaraheitið og spenningurin er til at fáa eyga á. Hóast liðið er langt fremst, so er einki so gott sum at vinna á Juventus fyri tey úr Napoli.

 

Tað vakti ans fyrr í hesum kappingarárinum, tá Juventus fekk frátikið 15 stig. Hetta fyri at hava selt og keypt spælarar, uppskrúvað virðið og bókført tað við tí endamáli, at fáa rokniskapin at hanga saman.

 

Juventus kærdi sína neyð og kærdi dómin. Nú hevur Juventus fingið stigini aftur og er á 3. plássi. Tað er nokk til Champions League fótbólt komandi kappingarár. Hetta hevur fingið ilt í feløgini, sum tað gongur útyvir. Í hesum førinum er tað AC Milan, sum nú endar á 5. plássi.

 

23.04Juventus0:1Napoli
23.04AC Milan2:0Lecce
23.04Udinese3:0Cremonese
23.04Monza3:2Fiorentina
23.04Empoli0:3Inter Mílanó
22.04Sampdoria1:1Spezia
22.04Lazio0:1Torino
22.04Salernitana3:0Sassuolo
21.04Hellas Verona2:1Bologna
1Napoli31253367:2178
2Lazio31187649:2161
3Juventus31185847:2659
4AC Milan31168751:3756
5Roma30175842:2656
6Inter Mílanó311731151:3454
7Atalanta30147948:3549
8Bologna311281140:3944
9Udinese311012942:3942
10Fiorentina311191137:3642
11Torino311191132:3642
12Monza311181238:4341
13Sassuolo311171338:4640
14Salernitana317121237:5033
15Empoli317111325:4032
16Lecce316101526:3828
17Spezia315121426:4927
18Hellas Verona31681726:4426
19Cremonese313101827:5719
20Sampdoria31382020:5217