Dramaverkstaðið vísir leikir

Barnasjónleikarafelagið Dramaverkstaðið fer á pall við tí, ið arbeitt hevur verið við í februar. við eru eini 60 børn og ung

Eini 60 børn og ung millum 9 og 19 ár fara aftur í ár á pall at vísa fyri foreldrum og avvarðandi tað, ið tey hava arbeitt við á Dramaverkstaðnum. Byrjað varð 17. mai. Møguliga verða fleiri sýningar og smærri fæst at vita um hetta við at ringja 31 60 28.

Skúlin hjá Barnasjónleikarafelagnum Dramaverkstaðnum leggur orku í at gevaluttakarunuum innlit í og frálæri í leiklist. Samstarv er við Tórshavnar Kvøld- og Ungdómsskúla. Øll, ið hava hug fyri drama og sjónleiki, eru vælkomin at melda seg til.

Talan er um 5 bólkar, ið einaferð um vikuna hava vant 4 leikir av útlendskum uppruna, men sum eru leysliga umsettir ella nýttir sum íblástur av Hjørdis Johansen. Hon er lærari og leikstjóri á skúlanum. Pallhjálparfólk eru Ragna Maja Kruse og Christian kruse. Hann ansar eisini ljósunum og ljóðinum.

Tónleikarar hjá bólki 2 eru Oddvør Johansen og Kanny Samleben og Edvard Nyholm Debess tók upp. Sanglærari hjá bólki 3 var Malan Thomsen, ið eisini hevur lagt tónleikin á fløgu.

Sýningarnar eru ókeypis, men øll eru vælkomin at lata eit oyra í hattin við dyrnar.- do -