- Drápið gekk friðarliga og skjótt fyri seg, og tók tað bara umleið hálvanannan tíma frá tí, at grindin varð funnin út fyri Leirvík, til hon varð dripin í Fuglafirði. Sjálvt drápið tók einar 10 minuttir.
Tað sigur Símun Abrahamsen, grindaformaður í Fuglafirði.
Fyrst varð mett, at grindin var um einar 30-50 hval, men nú tá drápið er liðugt, kann grindaformaður staðfesta, at talan var um væl færri hvalir.
- Her vóru bara eini ellivu hval, so hon verður býtt í drápspartar. Fimtan bátar vóru við í drápinum, og so var fitt av fólki á sandinum, men slett ikki so nógv sum tað onkuntíð hevur verið.