Fótbóltur
Dysturin endaði 1-1 eftir at GÍ var komi á odda miðskeiðis í fyrra hálvleiki við einum málið sum Magni Jarnskor gjørdi eftir flot og gott uppspæl av gøtumonnum. Fyrri hálvleikur var nøkulunda javnur við Gí sum tað meira stýrandi liðið.
10 min. inn í seinna hálvleik javnaði Uni Arge eftir at máverjin skeyt eitt málspark út á miðan vøll har Uni smekkaði til beinavegin og í málið.
Hóast GÍ átti at kalla allan seinna hálvleik, so megnaðu teir ikki at avgera dystin, og tá heldur einki mál kom í umdystinum, mátti brotssparkskapping til.
Hesa vann HB við 3-1, og so var rómurin øgiligur á monnum. Fyri HB skorðaðu Uni Arge, Gunnar Mohr og Niclas Joensen, meðan Magni Jarnskor var einasti á GÍ-liðnum, sum var nóg kaldur í tvídystinum við sambandsformannin í HB-málinum.
Nostalgi
Fyri okkum á HB liðinum var tað eitt gamalt lið (tá hugsa verður um aldurin) sum vit møttu. Allar dystirnar í ár hava vit veri umleið 15 ár eldri enn mótstøðuliðini í miðal, men í gjár var okkara meðalaldur bert eini 4-5 ár hægri.
Tað stuttliga hesaferð var, at tað vóru so nógvir fyrrverandi føroyameistarar og steypavinnarar úr 1. deild á liðinum. Líka frá Kára Nielsen í 1978 og til 2002 har Uni var við til at vinna meistaraheitið til HB. Hjá GÍ vóru Magnus Gregersen (1983 og 84), Magi Jarnskor, Pauli Jarnskor, Rúni Justinussen, Alvi Justinussen, Janus Rasmussen, Jóan Petur Olsen og aðrir í vunnu fýra ár á rað í 90`unum. Hjá HB vóru Bjarki Mohr og Niclas Joensen sum vunnu við B71 í 1989. Hinir sum vóru við at vinna í 78, 81, 82, 88, 90, 98 og 2002 kunnu síggjast á myndini.
Steypið sum bleiv handa var givið av Christian Olsen í Klaksvík í 1984, HB vann tað fyri fimtu ferð so tað bleiv til ognar.
4. deildarliðið hjá HB sum eisini verður kalla »the dream team« av 1. deildarleikarnum í dag, hava haft eitt gott ár í ár. 11 dystir 11 sigrar í landskappingini.