Amerikansku kurvabóltsstjørnurnar skulu í kvøld spæla móti Avstralia í fjórðingsfinaluni í OL. Russland og Spania komu fyrr í dag í hálvfinaluna.
LeBron James, Kobe Bryant og hinar NBA stjørnurnar eru ikki óvæntað komnir í fjórðingsfinalurnar. Her stendur Avstralia fyri framman. USA er stórfavorittur at vinna dystin, sum verður í kvøld klokkan 22.15.
Russland vann fyrr í dag Litava, sum annars hevur eitt sterkt kurvabóltslið. Spania vann somuleiðis á Fraklandi. Í fjórðu fjórðingsfinaluni spæla Brasil og Argentina. Hon byrjar klokkan 20.00.
OL fjórðingsfinalur í kurvabólti:
Russland Litava 83 74
Frakland Spania 59 66
Brasil Argentina 20.00
USA Avstralia 22.15