Dreingir 12: H71 gjørdi monnunum eftir

Hondbóltur: H71 vann á StÍF

Dreingir 12: Hoyvíkingar lótu ongan iva verða um, at teir skuldu hava gull í dag. H71 vann 25-12, eftir at StÍF í løtum gav teimum mótstøðu, men í longdini vóru tað teir myrkakløddu úr Hoyvík, ið høvdu munin. Strandingar eiga rós fyri góðan hugburð, hóast støðan ikki var so góð í seinna hálvleiki.

 

Les eisini: Beinleiðis stroyming frá finalunum

 

Eftir steypafinaluna bleiv Óli Mittún valdur til dagsins spælara. Venjarar hjá H71 eru Jónas G. Djurhuus, Poul Símun Niclasen og Mark Laursen-Marcher.

 

Steypafinala dreingir 12:

H71 – StÍF 25-12