Fótbóltur
Wenger segði tað sjálvur. Tað var at kalla manndómsroyndin, sum unga Arsenal-lið hansara skuldi standa, tá teir vitjaðu á San Siro. Gaman í var Arsenal leikliga omaná, tá teir dystaðust við Milan á Emirates-leikvøllinum í London. Men tað eydnaðist teimum ikki at skora, og tí var talan um sera trupult útgangsstøði, tá útidysturin móti Milan var á skránni. Ein uppgáva, sum ikki gjørdist lættari, tá hagtølini samstundis staðfestu, at Milan ongan tíð hevur tapt heimadyst móti enskum liði.
Men tað løgdu dreingirnir hjá Wenger einki í. Boðini, sum teir fingu við sær, var at fara út at spæla fótbólt. Og tað gjørdu teir somikið gott, sum fáur hevur gjørt tað móti Milan.
Verjandi europisku meistararnir vórðu at kalla spældir av vøllinum við sínum egna vápni. Arsenal var bólttryggari, kvikari og flutti seg betur, og fyri hvønn minutt, sum gekk, tóktist orkan ganga alt meira undan hjá roynda heimaliðnum.
Og tá Fabregas so hamraði langskot í kassan, tá bara seks minuttir vóru eftir at spæla, mundu tey flestu ásanna, at avgerðin var follin. Milan royndi at trýsta, men effektivu instruksirnir frá beinkinum, góvu úrslit. Wenger sást geva tekin um, at nú skuldu teir spæla langt oman í horni, og hetta gav úrslit, tá Walcott rann tunnu heimaverjuna av, áðrenn hann spældi til Adebayor, sum punkteraði vónirnar hjá Milan at endurvinna heitið.
Frá Tórsvølli upp á tindin
Úr einum føroyskum sjónarhorni var áhugavert at staðfest, at Fenerbache nú hevur vunnið seg millum tey átta sterkastu liðini í Europa. Fyri hálvum øðrum ári síðani varð turkiska liðið ikki tikið í størri álvara enn so, at teir máttu norður í Atlantshav at spæla undankappingardyst móti B36.
Ta uppgávuna loystu teir uttan hóvasták, og í dag munnu tey í B36 ásanna, at tað var so eingin skomm at tapa fyri hesum liðnum.
Stóra hetjan hjá Fenerbache gjørdist málverjin, Volkan, sum tók trý av fýra brotsspørkum, tá avgerðandi bóltarnir vórðu skotnir. Men tað var ikki júst hetjustatus, sum málverjin hevði, tá hann í vanligu leiktíðini átti sín stóra lut í tveimum av teimum trimum málunum hjá Sevilla.
Ronaldo og Ronaldinho
Hinir báðir dystirnir í gjárkvøldi fingu teir vinnarar, sum roknað varð við. Men tað vóru serliga teir báðir, Ronaldo og Ronaldinho, sum vóru í fokus.
Portugisin hjá Manchester United átti einasta málið, tá enska stórfelagið vann 1-0 á Lyon. Við málinum er Ronaldo uppi á imponerandi seks málum í sjey Champions League-dystum, og við 30 málum hetta kappingarárið er hann longu væl ávegis málmetinum í felagnum.
Og á Camp Nou vísti Ronaldinho loksins aftur nakað av tí, sum á sinni gjørdi hann til heimsins besta spælara. Tað var annars ein smeitur, tá Messi tíðliga í dystinum noyddist skaddur av vøllinum, menhetta var kanska tað, sum skuldi til, so Ronaldinho tók ábyrgdina á seg. Og við fleiri góðum detaljum var hann um nakar høvuðsmaðurin í heimasigrinum, sum væl kundi verið størri enn tað eina málið.