Dreingirnir spæla móti Noregi

Føroyska U 17 landsliðið hjá dreingjum skal í dag klokkan 16 spæla hálvfinalu í altjóða Norðurevropisku kappingini í flogbólti – NEVZA - sum í hesum døgum er í Ikast í Danmark.

 

 

Liðið hinumegin netið verður Noreg, sum í morgun vann 3 – 2 á Onglandi, eftir at teir høvdu verið afturút 2-0 í settum. Føroyar vunnu í gjár 3-0 á Onglandi.

 

Føroyska liðið vann sín bólk í innleiðandi umfarinum, meðan Noreg gjørdist nr. 2 í sínum bólki.

 

Dysturin kann síggjast beinleiðis á www.volleytv.dk

 

Í hinari hálvfinaluni spæla Finland og Svøríki.

 

Føroysku genturnar eru eisini í hálvfinaluni. Tær skulu spæla móti Danmark. Tann dysturin byrjar klokkan 18.30.

 

Leikararnir á U 17 liðnum hjá dreingjunum eru hesir:

 

Fleyr

Jónfinnur Jógvansson Hansen

Mattias Nolsøe Isaksen

Tórur Paulason

Hørður Joensen

 

 

SÍ:

Hjørtur Joensen

Bjarni Joensen

Silas Poulsen

Ragnar Weihe

Jógvan Kári Birgirsson Lauritsen

Julian Vest Niclasen

Jón Weihe Simonsen

 

Mjølnir:

Dávið Hentze

 

Venjarar:

Rajko Petrovic og Hans Simonsen.