Dreingirnir tóku stig frá Danmark

Fótbóltur: Frágera gott avrik, tá U-16 landsliðið alla tíðina megnaði at spæla og sum løn fekk stig móti dønum

Í gjár var yvirskiriftn, at søgan endurtekur seg, og tað vil siga, at føroysku dreingirnir á U-16 landsliðnum megna í ein hálvleik og kanska eitt sindur meiri enn tað at spæla javnt móti hinum liðunum í altjóða kappingum, men so skrædnar og tap uppá fýra til seks mál hava ikki verið ókend.

Men í fyrradagin endurtók søgan seg ikki, um tað er omanfyri slag av úrslitum, sum eru søgan. Føroysku U-16 dreingirnir megnaðu málleysan javnleik móti donsku javnaldrunum. Í sær sjálvum er hetta eitt frálíkt úrslit, og tað er uppaftur hugaligari, tá vit frætta, at tað var ikki tí at føroyingarnir stóðu frammanfyri egið mál og vardu og sparkaðu burtur í 80 minuttir, at teir megnaðu at halda tætt:

? Vit eru sera fegin um úrslitið, og vit eru ernir av avrikinum, sum spælararnir vístu. Teir lótu tað ikki hava árin á teir, at teir spældu móti einari eftir føroyskari alin stórari fótbóltstjóð. Okkara dreingir spældu fótbólt alla tíðina. Neyðsparkini vóru fá, og verjuparturin var sera væl og neyvt skipaður alla tíðina, og so fingu teir úrslitið, sum vit hava bíðað eftir so leingi.

Hetta sigur Jógvan Marin Olsen úr Onglandi. Hann hevur verið venjari hjá U-16 landsliðnum síðani 1994. Í ár hevur hann yvirumsjón við øllum teimum yngru landsliðunum. Mattias Davidsen er venjari hjá U-16 dreingjunum, og teir báðir saman við hjálparvenjaranum Bill Jacobsen og øllum hinum, ið eru við á ferðini, fegnaðust í fyrrakvøldið saman við spælarunum:

? Tað hongur væl saman hjá dreingjunum. Móti Danmark vóru tað ikki fleiri enn 20 hitastig, og tað gjørdi, at teir allar 80 minuttirnar megnaðu at spæla við. Tað var ein fragd at síggja, at nógva venjingin hevur givið bonus. Okkara dreingir vóru eins væl fyri fysiskt, sum mótstøðumenninir vóru, og vit hava fingið at vita frá umboðum fyri fleiri av hinum tjóðunum, at framgongdin er eyðsýnd, greiðir Jógvan Martin Olsen frá.

Hann sipar við hesum til, at norski venjarin Morten Larsen, sum í sambandi við EM undankappingina í Føroyum í fjør segði við Ítróttarsosialin, at føroyska liðið hevði sýnt stóra framgongd í nítiárunum, aftur hesa ferð hevur staðfest, at føroyingar hava tikið enn eitt stig á rætta leið, og eingilskmenn hava eisini bitið merki í føroysku framgongdina.

? Tað sá gott út móti Noregi, men tíverri vóru okkara í 2. hálvleiki meiri merktir av, at tað vóru 30 hitastig, enn mótstøðumenninir vóru, metir Jógvan Martin Olsen.


Málini resta

Danir vóru sjálvandi vónbrotnir av, at teir ikki megnaðu at fáa øll stigini móti Føroyum, og teir hava ivaleyst fingið at vita, at teir undirmettu føroyingarnar.

Føroyingar og danir høvdu nakrar fáar upplagdar málmøguleikar í part, og kanska høvdu føroyingarnir besta møguleikar í 1. hálvleiki. Símun Joensen spældi Jón Róa Jacobsen, sum stakk til Fróða Jóanesarson, ið gjørdist leysur, men danski málverjin bjargaði. Sami spælari hevði í 2. hálvleiki eitt fínt langskot, men danski málverjin, sum er meiri enn 190 centimetrar langur, toygdi seg og bjargaði til horna.

Ongar útskiftingar vórðu gjørdar á føroyska liðnum, sum sá soleiðis út: Poul N. Joensen, B36 ? Arnhold Berg, Skáli, Kristian á Lakjuni, KÍ, Vagnur Mohr Mortensen, HB, Áki L. Hansen, NSÍ ? Jann Ingi Petersen, B68, Hjalgrím Elttør, KÍ, Símun Joensen, liðformaður, KÍ, Elfinn Ørvarodd, FS Vágar ? Jón Rói Jacobsen, HB, Fróði Jóanesarson, NSÍ.

Á beinkinum vóru Rani D. Christiansen, HB, Gilli Haraldsen, Hjørring, Sámal J. Samuelsen, EB/Streymur, Sólbjørn Olsen, B36, John Andersen, NSÍ og Dánjal Pauli Danielsen, Farum.


Kanska frammanfyri Danmark

Í fyrrakvøldið, eftir hálva sigurin móti Danmark, var føroyska ferðalagið og hugdi at dystinum millum Svøríki og Qatar. Tað sást einki til danskararnar, sum vóru sera vónbrotnir yvir avrikið móti føroyingum og hildu seg við hús.

Í gjár vóru dreingirnir á Old Trafford í Manchester. Hitin lá um 20 stig, og tað vóna teir eisini, at hann verður, tá teir seinnapartin í dag klokkan 15 spæla móti Finnlandi. Finnland vann í fyrradagin 3-2 móti Noregi, og nú spæla teir í føroyska ferðalagnum við møguleikanum, at teir skulu halda Danmark aftanfyri seg í bólkaumfarinum. Um Noreg í dag vinnur móti Danmark, og tað eydnast føroyingum at fáa javnleik móti Finnlandi, so verður Føroyar nummar trý og Danmark nummar fýra. Finnland verður sjálvsagt ivaleysa stórur biti, men møguleikin gerst ikki minni av, at Finnland skal bara hava javnleik fyri at vinna bólkin. Í EM undankappingini, sum fyri einum ári síðani var í Gundadali, vann Finnland 4-0 móti Føroyum.

Í hinum bólkinum hava úrslitini verið hesi: Ongland-Svøríki 4-1, Svøríki-Qatar 3-2, Ongland-Ísland 2-0 og Ísland-Qatar 0-2. Niklas á Líðarenda var dómari í hesum síðsta dystinum, og miðskeiðis í 2. hálvleiki rak hann íslendska málverjan av vøllinum, tí hann uttanfyri brotsteigin hevði felt ein av mótstøðumonnunum. Tað var ein íslendskur dómari, sum í dystinum hjá Føroyum móti Noregi gav Atla Danielsen reyða kortið, men sjálvandi hava tey bæði reyðu kortini einki við hvørt annað at gera!

Leygardagin verður spælt um endaplássini, og út frá tveimum teimum fyrstu umførunum bendir nógv á, at føroyingar skulu spæla móti Íslandi ella Qatar.