Dreingirnir vónbrotnir av Connie

Teir annars kvinnuglaðir dreingirnir á Paradise Hotel fáa í kvøld trupult við at fjala teirra vónbrot, tá ið nýggjur gestur kemur á Paradís Hotel - nevniliga føroyska Connie Connie kemur fyri fyrstu ferð inn í Paradís í kvøld, men ikki júst sum vit kenna hana. Hon ber nevniliga eitt loyndarmál, sum bert kvinnurnar í Paradís kenna til.

Dreingirnir í Paradise Hotel eru vanliga ógvuliga jaligir, tá ið ein nýggj kvinna kemur á hotellið.

Martin, Frederik, Mark, Mads og Michael verða eisini í kvøld ovurfegnir av nýggju kvinnuni ? men bert inntil teir hitta hana.

Gesturin, ið Rikke hevur við inn á hotellið, er nevniliga ikki ein summarílatin vøkur kvinna, sum teir áður eru vanir við, men ein føroyska kvinna, ið er ílatin í svørtum leðri øll sum hon er.

Dreingirnir fáa trupulleikar við at fjala vónbrotið yvir útsjóndina hjá Connie, meðan kvinnurnar á hotellinum eru ógvuliga vinaligar móti teirra nýggja kappingarneyta.

Men við sær hevur Connie eitt stórt loyndarmál, ið bert kvinnurnar á Paradise kenna til.

Sendingin byrjar kl. 21.00 í kvøld.