Leygarkvøldið verður eitt kvøld, sum Mouldi Manai í Havn seint fer at gloyma. Tí hetta kvøldið fekk hann ein avsmurning, sum hann ikki hevur fingið áður.
Tað var ein maður, sum dróg hann út í túnið og sló hann við einum stórum træskafti.
?Eg var hálaður út í túnið og bukaður av við einum træskafti, greiðir Mouldi sjálvur frá.
Hann sigur, at hann hevur tíbetur ikki fingið álvarsligan skaða av hesum, men hann hevur fingið smásnuddir allastaðni.
Tilburðurin varð meldaður til løgregluna og á støðini í Havn sigur vakthavandi, at ein maður er skuldsettur fyri harðskap. Løgreglumaðurin nevnir ikki nøvn, men hann sigur, at maðurin er skuldsettur fyri at hava sligið ein annan við einum træskafti, sum líkist einum baseball-træi.
Løgreglumaðurin sigur, at talan var heldur um skaftið á eini sleggju.
Drigin út í tún
Mouldi Manai sigur, at yvirhøvur eru fólk bæði fitt og hampilig, so sum heild er onki at klaga um.
? Men tað eru altíð nøkur, sum ikki duga at drekka og sum blíva harðlig og ikki eru grannhavandi, tá ið tey eru full.
Hann sigur, at av tí, at hann stendur sum stjóri á Rio Bravo og Manhattan, áleggur skeinkiloyvið honum at vera til staðar. Samstundis eru strangar reglar fyri, hvussu nógv fólk kunnu vera inni í hølunum.
? Men hetta eru reglar, sum sklulu haldast og tað gera vit eisini.
? So var eisini leygarkvøldið. Tað vóru nøkur fólk, sum ikki kundu sleppa inn, tí tað var ov fult. Sjálvandi er altíð ringt ikki at sleppa inn og ta einu ferðina fór eg út í hurðina at hjálpa duravørinum.
? Tá kom ein stórur maður ímóti mær. Eg helt, at hann ætlaði sær inn, men tað gjørdi hann ikki.
? Ístaðin tók hann í meg og ripti hann meg út í túnið og fór at hótta meg við einum træskafti. Og so langaði hann til.
Mouldi Manai sigur, at hann minnist ikki nógv, uttan tað, at hann small í túnið.
Hann sigur, at ímeðan hann varð bukaður, hugsaði hann ikki um annað enn, hvussu hann kundi sleppa undan, og nær, hetta helt uppat.
Kallaður alt møguligt
Men hóast kropsligi skaðin ikki var so stórur, eru sárini, hann hevur fingið í sálina av hesum nógv djúpari.
?Hetta var eitt ræðuligt upplivilsi og nú er tað ein spurningur um, hvussu leingi eg tími at blíva við.
Men Mouldi er eisini sannførdur um, at orsøkin til, at hann varð álopin, var ikki bara fyllskapur.
? Hatta var persónligt, tað er eingin ivi um tað. eg veit nú, at tað maðurin, sum legði á meg, stóð uttanfyri í eini 20 minuttir, tí hann skuldi hava fatur ár mær.
Heldur tú, at orsøkin er, at tú ert úr Afrika og er littur?
? Ikki beinleiðis. Í hvussu so er ikki, tá ið fólk eru edrú, merki eg onki til tað. Men tá ið fólk verða skít, kemur tað onkuntíð fram.
?Tað eri eg, sum skal syrgja fyri, at reglarnar verða hildnar, Og so tá ið fólk ikki sleppa inn, tí tað er ov fult, tola tey tað ikki og kalla meg ?svartan fana? og ?helvitis arabari?. At eg skal blíva dripin, hoyri eg minst tíggju ferðir, hvørt vikuskiftið.
Mouldi Manai sigur, at var hann bangin av lyndi, hevði hann langt síðani havt pakkað saman.
Hann dylir ikki fyri, at hann pínir at hoyra fólk siga slíkt.
? Tá ið vit eru mitt í arbeiðnum, hugsi eg ikki so nógv um tað. Men tá ið húsið er stongt og eg fái sett meg niður eina løtu, ella tá ið eg vakni aftur um morgunin eftir eina slíka nátt, sum hesa sunnunáttina, kemur alt fram fyri meg aftur. Og tá blívi eg keddur og føli meg ofta óynsktan í Føroyum. Hetta havi eg hoyrt síðani eg av fyrsta sinni kom til Evropa fyri skjótt einum lítlum mansaldri síðani. Og eg hoyri akkurát tað sama enn. Tað er onki stuttligt.
Hann sigur, at hann er troyttir av hesum. og nú kemur tað mangan fyri at hann hugsar um at pakka saman og at gevast í matstovuyrkinum.
Strangari eftirlit
Mouldi Manai sigur, at tað kunnu ssjálvsagt verða ymsar meiningar um, at hann hevur matstovu og náttklubba.
? Men tey fólkini, sum gera um seg, eru ikki fólk, sum hava sitið inni hjá mær og drukkið seg full. Tað eru fólk, sum sita heima og drekka seg full og sum fara í býin at vála klokkan tvey um náttina.
Hann sigur, at har, sum hann hevur verið, sleppa fólk ikki at ganga skít og mala á alfaravegi. Bæði í Tunis og í Fraklandi, har hann hevur búð, tekur løgreglan fólk, sum ganga full á alfaravegi.
? Tað gera myndugleikarnar fyri at byrgja fyri, at nakað skal henda og at tey fara at gera um seg.
?Men tað ger løgreglan í Føroyum ikki. Her kemur løgreglan ikki á staðið, fyrrenn tað longu er galið. Hevði hon ístaðin fyri gjørt eitt meiri fyribyrgjandi arbeiði og snøgt sagt tikið fólk, sum ganga skít og mala, høvdu vit havt sloppið undan nógvum trupuleikum.
? Tað er ikki tað at eg vil hava løgregluna at vera barnagenta hjá mær. Tað er heldur ein spurningur um at løgreglan í einum landi skal verða barnagenta hjá sínum egna fólki.