Drogba fekk seinasta orðið

Við einum einsamøllum máli frá Didier Drogba eftir 116 minuttum fekk Chelsea hóast alt ein góðan enda upp á eitt kappingarár, har hvørki Champions ella Premiera League-steyp kom til høldar

Fótbóltur

 

Cristiano Ronaldo hevur í ár verið skutin framman fyri Didier Drogban. Ronaldo var fram um nakran høvuðsmaðurin í meistaraheitinum, sum Manchester United hesa ferð vann framman fyri Chelsea, og í bæði millum spælarar og fjølmiðlar vann Ronaldo heitið sum ársins framman fyri júst Drogba.

Leygardagin slapp ivorianski framherjin hjá Chelsea tó at svara aftur. Talan var ikki um nakran framúrskarandi fótbóltsdyst, tá Chelsea og Manchester United spældu finaludyst í FA-Cup. Til tess vóru taktisku snaringarnar ov tættar.

Spælarar, venjarar og áskoðarar vóru so smátt farin at fyrireika seg til brotsspørk, men við fýra minuttum eftir av longdu leiktíðini megnaði Drogba at seta hol. Við góðum 1-2 samanspæli við Kalou vann Drogba seg hálvan metur inn um Rio Ferdinand, og so fekk hann vippað upp um Van der Saar, sum royndi at koma út ímóti.

Soleiðis eydnaðist ikki hjá Sir Alex Ferguson at vinna sína fjórðu greipu, eins og Ryan Giggs heldur ikki hesa ferð kundi skrivað seg í søgubøkurnar sum einasti spælarin við fimm FA-Cup heitum.

 

Vóru fyrireikaðir

Ikki minst mundi sigurin kennast søtur hjá Chelsea-venjaranum, Jose Mourinho, sum fleiri ferðir hevur fingið at vita, at milliard-dýra liðið hjá honum ikki hevur livað upp til vónirnar hetta kappingarárið.

- Tað kann væl vera, at fólk halda, at United sat á dystinum, men eg eri ikki samdur. Teimum dámar at vinna við kvikum kontra-álopum, og tí máttu vit fyrst og fremst forða fyri, at teir fingu nakað av slagnum. Hartil royndu vit støðugt at hava seks mans aftan fyri bóltin, so teir ikki fingu rúm til mótálopini, og í triðja lagi royndu vit at hava tveir mans á teirra kantum, tá hetta læt seg gera, segði Mourinho um taktikkin, ið altso eydnaðist til fulnar.