Dronur skulu hava lopið á mál á Krim

Í oktober var Krim-hálvoyggin eisini fyri dronu-álopum, og tá var talan bæði um sjódronur og flúgvandi dronur.

Myndin er av býnum Sevastopol á Krim-hálvoynni, har russiska herflotastøðin í Svartahavinum er.

Lokalir myndugleikar á Krim hava í dag sagt, at hálvoyggin, sum Russland tók frá Ukraina í 2014, hevur verið fyri dronu-álopum.

 

Sagt verður eisini, at dronur hava rakt mál á oynni, men einki verður sagt um, hvørji mál eru rakt, og hvør hevur ábyrgdina av álopinum.

 

Í oktober var Krim-hálvoyggin eisini fyri dronu-álopum, og tá var talan bæði um sjódronur og flúgvandi dronur.

 

Álopini í oktober vóru vend móti russiska svartahavsflotanum í Sevastopol, og roknað varð við, at Ukraina stóð aftan fyri álopini.

 

Tíðindastovan NTB vísir á, at heimssamfelagið framvegis roknar Krim-hálvoynna sum ein part av Ukraina.

 

 

 

Myndin er av býnum Sevastopol á Krim-hálvoynni, har russiska herflotastøðin í Svartahavinum er.