Margreta drotning ver í kvøld at halda røðu fyri fólkinum um støðuna viðvíkjandi útbreiðslu av koronavirus.
Røðan verður hildin á Fredensborg Slotti, haðani røðan verður bandað seinnapartin. Røðan verður víst klokkan 19 á báðum teimum stóru almennu rásunum, DR og TV2.
Tað upplýsir kongshúsið í tíðindaskrivi.
Koronavirusið, sum fyrstu ferð sást í Kina síðst í 2019, hevur seinastu vikurnar spreitt seg til okkara part av heiminum.
Í hesum sambandi gjørdi drotningin av longu týsdagin av avlýsa 80 ára føðingardagin 16. apríl.
Føðingardagshaldið skuldi millum annað vera við gallataffel á Christiansborg Slotti og karettúr gjøgnum Keypmannahavn við móttøku á Ráðhúsinum í Keypmannahavn.
Í sambandi við avlýsingina segði drotningin í tíðindaskrivi:
– Danmark og heimssamfelagið standa júst nú í eini ógvuliga truplari støðu.
– Bvit hava eina serliga ábyrgd fyri at taka atlit til hvønnannan og saman at hjálpa til, at Danmark kemur so væl ígjøgnum tær stjóri avbjóðingarnar, sum standa landinum fyri.
– Mín áheitan er tí, at vit øll fylgja ávísingunum frá stjórnini og myndugleikunum og ansa væl hvørjum øðrum, segði Margreta drotning.
Sama dag boððai krúnprinsaparið frá, at tey vendu heim til Danmarkar úr Sveis við teirr fýra børnum.
Eisini er luttøkan hjá teimum kongaligu í komandi tiltøkum avlýst komandi tíðina.
Týsdagin høvdu 960 persónar fingið staðfestt smittuna í Danmark. 82 fólk eru innløgd, av teimum 18 á vøkudeild.
Talið av smittaðum verður mett at vera munandi hægri, tá nógv óivað er smittað, sum heilsumyndugleikarnir ikki vita av.
Harumfram eru fýra fólk í Danmark deyð, meðan tey hava havt koronavirus. Enn er ógreitt, um virusið er beinleiðis orsøk til, at tey eru deyð.
Skula, lærdir háskúlar, dagsstovnar og fleiri arbeiðspláss hava havt stongt síðani mánadagin. Tað ger tey eftir ávísing frá stjórnini, sum vil royna at avmarkað útbreiðsluna av koronavirus.
Sama skilið er við donsku mørkini, sum partvíst eru stongd fyri útlendingum, sum hvørki búgva ella arbeiða í Danmark.
/ritzau/