Droyma um evropiskt steyp

Europa Conference League: Fiorentina og West Ham hava ikki vunnið steyp í Evropa síðani 1960’ini

Í kvøld verður finalan í Europa Conference League, sum er lítlibeiggi hjá Europa League. Finalan verður á Eden Arena í Prag í kekkia. Í finaluni eru tvey feløg, sum eru svong eftir einum steypasigri í Evropa.

 

Fiorentina – West Ham (20.00)

 

Fiorentina hevur ikki vunnið eitt steyp í Evropa síðani felagið vann European Cup Winners' Cup kappingina í 1961. Í besta Gabriel Batistuta stíli hevur Fiorentina skorað 36 mál í 14 dystum. Tað er mest av øllum í kappingini. Toppskjúttin í kappingin er Arthur Cabral við sjey málum.

 

Fiorentina bleiv nummar átta í Seria A í hesum kappingarárinum.

 

West Ham vann seg í hálvfinaluna í Europa League farna kappingarár. Í ár er felagi komið eitt longri í Europa Conference League. West Ham skal aftur til 1965 fyri at finna ein steyp, sum felagið hevur vunnið í Evropa. Finalan verður í Prag í Kekkia og West Ham hevur tveir kekkiskar landsliðsspælarar í Tomáš Souček og Vladimír Coufal.

 

West Ham bleiv nummar 14 í Premier League í hesum kappingarárinum.

 

Væntaðar uppstillingar:

 

Fiorentina: Terracciano; Dodô, Igor, Milenković, Biraghi; Mandragora, Amrabat; González, Bonaventura, Ikoné; Jović

 

West Ham: Aréola; Kehrer, Zouma, Aguerd, Cresswell; Souček, Rice, Paquetá; Bowen, Antonio, Benrahma