Jórun Høgnesen í Klaksvík svarar spurningum í stólinum hesa vikuna:
Lýs teg sjálva við trimum orðum:
Droymandi, kreativ, stuttlig.
Hvat merki er bilur tín?
Ford C Max.
Hvat merki er telefon tín?
iPhone 4S.
Hvør er tín besta summarfrítíðaruppliving?
Eg eri júst komin aftur av eini deiligari feriu. Tó haldi eg mín besta summar uppliving man vera, tá vit, eg og sjeikurin, vóru í Mexico seinasta ár. Vit fóru har til eitt brúdleyp hjá vinfólkum hjá mær frá lestrartíðini í Brighton í Onglandi. Tað var eitt fantastiskt upplivilsi, eitt sera flott brúdleyp, tað kendist sum man var við í einum filmi. Sjálvandi eisini at uppliva Mexico annars, var fantastiskt!
Hvat orð ella hvønn setning nýtir tú oftast?
Maaa, seriøst?!
Hvørjum hyggur tú at hjá hinum kyninum?
Tað er ikki nakað ávíst, eyguni, armar og hendur eisini. Tó mest er tað persónligheitin, charman.
Hvat ger teg í góðum lag?
Tað kann vera so øgiliga nógv, og alt kann spæla inn. Ein góður produktivur arbeiðisdagur, ella eitt avslappandi vikuskifti. Ein góð uppliving saman við familjuni. Oftast eru tað tær smáu løturnar á degnum, man hevur saman við familjuni heima, har man ikki ger nakað serligt, men bert er saman.
Hvat stressar teg?
Eftir at hava búð nógv ár í Onglandi, havi eg ilt at venja meg við manglandi kø-kultur í Føroyum. Eisini kann tað virkuliga irritera meg, tá man fer inn onkuðstaðni, og fólk troka seg út, áðrenn ein sjálvur er komin inn um hurðina. Tó haldi eg, at hetta ikki er nakað fólk hugsar um, tað ger tað lættari at lata tað fara.
Hvør er tín yndisrættur?
Eg havi ikki nakran yndisrætt, mær dámar allan góðan mat, serliga dámar mær væl fiskarættir, kanska tí at fiskur er tað, eg fái minst av fyri tíðina. Eisini dámar mær sera væl føroyskan mat.
Hvat gleðir teg?
Eitt smíl frá onkrum fær meg at smílast aftur, og tað gevur eina góða kenslu, eitt so lítið ting men tó. So eru tað børnini, sonurin hjá sjeikinum, og systurbørnini hjá mær, tey ríka veruliga um lívið.
Hvat var seinasta ynskið, sum tú fekst uppfylt?
Tað veit eg ikki rættiliga. Um eg ynski mær nakað, so geri eg tað, sum skal til, fyri at tað verður “uppfylt”. Akkurát nú ynski eg at fáa meiri gongd á sniðgávu-arbeiði, sum eg takist við afturat arbeiðinum, tað, sum eg eisini havi lært til. Vónandi verður tað skjótt ‘eitt ynski eg fekk uppfylt’.
Hvar arbeiðir tú?
Eg arbeiði sum dagligur leiðari (barsilavloysari) í handlinum hjá Østrøm.
Hví valdi tú at arbeiða innan júst hesa vinnu ella øki?
Tað hendi eitt sindur av tilvild, eg arbeiddi í handlinum hjá Østrøm og fekk bjóða arbeiði sum leiðari, tí at táverandi leiðari fór í barsil. Mær dámar sera væl mítt arbeiði, tí eri eg sera glað fyri hendan møguleikan, tað er fantastiska spennandi og læruríkt eisini.
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Eg havi eitt løgið forhold til tónleik. Eg elski at hoyra góðan tónleik, men sjálv koyri eg aldrin nakað frá, tí tá eg geri eina roynd, kann eg aldrin bestemma meg til, hvat eg skal hoyra. Tí dugi eg heldur ikki nú at svara, hvat tónleiki eg lurti eftir, tað er alt møguligt. Tó kann eg siga, at mær dámar sera væl góðan føroyskan tónleik, eg haldi tað er nógv ótrúliga gott av føroyskum tónleiki.
Hvat er besta uppfinningin og hví?
Tað er ravmagn. Um ein hugsar, um tað ikki var, tað er tí.
Hvat er besta íløgan, tú hevur gjørt?
Sum persónlig íløga, er tað so avgjørt tað, at eg valdi at fara til Onglands at fáa mær útbúgving. Sjálv haldi eg, at tað hevur broytt og ment meg til tað betra. Eins og eg seti meir prís á ymiskt í lívinum.
Hvat er títt besta heimaráð?
Power Cleaner, tað riggar til alt.
Hevur tú nakað húsdjór?
Nei
Hvat hevði tú gjørt, um tú vann eina millión?
Keypt hús í havn, goldi tað einu milliónina J
Hvat hevði tú gjørt, um tú vann tíggju milliónir?
Kanska eg hevði gjørt íløgur við egnum virki, við møbilsniðgeving. Ferðast nógv, fingið nógvar upplivingar. Um tað verðuliga hendi, hevði man neyvan gjørt akkurát hasi tingini.
Hvat er best við Føroyum og hví?
Hvørja ferð eg traðki fótin á føroyska jørð, so hugsi eg um tað deiligu frísku og fugtigu luftina. Tað ger alt meiri intenst, tí ein er so nær við náttúruna í Føroyum, uppá allar mátar. Tað dámar mær best, eins og tað, at man kann vera einsamallur í verðini úti í náttúruni í Føroyum. Sjálvandi eisini tað besta við Føroyum er, at man hevur familju og onnur kær nær við. Men tað kundi tað eisini verið, um man var onkra aðrastaðni frá.
Hvar ert tú um 10 ár?
Eg veit ikki. Eg plagdi at hugsa nógv um val sum eg tók fyrr, tá eg las uttanlands, fyri at tað skuldi passa til tað, eg ynskti til framtíðina. Tó er onki, sum eg hevði ímynda mær tað, men eg hevði heldur ikki ynskt tað annarleiðis. Eg haldi eisini, tað hevði verið keðiligt, um eg kundi svara hasum spurninginum.