Dundurtala

Týski forsetin, Horst Køhler, krevur nú, at landsins politisku flokkar gera okkurt munagott fyri at basa tí stóra arbeiðsloysinum.

Í einari sjáldsama hvassorðaðari røðu fyri landsins fremstu politikarum og vinnulívsleiðarum segði forsetin, at politikararnir kunnu ikki bara hugsa um verandi vakskeið og næsta val, tí Týskland hevur brúk fyri varandi loysnum. Hann segði, at fyribilsloysnir eru ikki nóg mikið, og hann ávaraði eisini tey, sum velja at sita afturá og bíða, til val hevur verið.

-5,2 milliónir týskarar eru arbeiðsleysir, so tit mugu skilja, at hetta er ikki nøkur veitslurøða, segði Horst Køhler í røðuni fyri politikararunum og vinnulívsleiðarunum. Tann 62 ára gamli forsetin er fyrrverandi stjóri í altjóða gjaldoyragrunninum IMF.