Dupult danskt EM-gull

Bæði kvinnur og menn hjá Danmark vunnu um vikuskiftið EM-gull fyri landslið. Kvinnurnar spældu sunnumorgunin móti Russlandi, og hendan dystin vann Danmark 3-2. Menninir spældi seinnapartin móti Póllandi, og her hevði Danmark ongar trupulleiki. Danmark vann nevnliga teir tríggjar fyrstu dystirnar, og so var ikki neyðugt at spæla meira enn tað sama.