Higartil hava manningarnar á donskum handilsskipum fingið dupulta hýru fyri at sigla í Aden-víkini, men nú verður reglan broytt, so hon umfatar alt Indiska Havið. Fritz Ganzhorn, sum er aðalskrivari í felagnum Søfartens Ledere, sigur, at reiðaríini hava gjørt av at hækka hýruna fyri at varðveita fólkið. Hann sigur, at støðugt fleiri menn kenna seg ótryggar, tá teir sigla í Indiska Havinum, og tað er serliga galdandi fyri skipararnar, sum hava ábyrgd av manningunum.
Varastjórin í danska reiðarafelagnum, Jans Fritz Hansen, avsannar, at reiðaríini hava ilt við at varðveita fólkið. Sambært honum er hýran tvífaldað, tí sigling í Indiska Havinum setir serlig krøv til manningarnar.
Tær øktu hýruútreiðslurnar kosta reiðaríunum milliónir oman á allar milliónirnar, sum virksemið hjá sjórænarunum kostar reiðaríunum á hvørjum ári.