##med2##
Fyrstu oyggjaleikirnir nakrantíð vóru á Isle of Man í 1985. Í 1985 gjørdist Elmar Ósa føroysk fólkahetja, tá hann vann fyrsta føroyska oyggjaleikaheiðursmerkið nakrantíð. Elmar var næstskjótasti svimjarin á einum so løgnum teini sum 66 2/3 metrum. Ein teinur sum ikki hevði komið fyri á oyggjaleikunum í dag.
Silvurheiðursmerkið hevur eitt serligt pláss í føroyskari ítróttasøgu, men eisini fyri Elmar sjálvan, sum gjørdi av at leggja heiðursmerkið í kistuna hjá mammu sínari, ið andaðist í 1987.
Vit hava leita í savninum hjá gamla Rás2, og hava funnið eina samrøðu vit bandaðu undan oyggjaleikunum í 2009, tá Elmar sum fyri stuttum framdi ein dupultan jarnmann fortaldi um fyrsta føroyska heiðursmerkið.