Dupultspælið um valdið

Hóast setanarbólkur arbeiddi við formligu tilgongdini at velja út nýggjan nevndarformann, so var alt avgjørt frammanundan.

Mangt bendir á, nevndarvalið á seinasta aðalfundi í Atlantsflog er farið fram í tveimum sporum í senn. Tann formligi vegurin við innstilling frá setanarbólki. Og tann óformligi vegurin við eini telefonuppringing frá landsstýrismanninum.
Sum nevnt í aðrari grein her á síðuni, so samtykti aðalfundurin í 2012 formaligar mannagongdir fyri, hvussu nevndarlimir skulu veljast í Atlantsflog. Hetta var eisini fráboðað keypsskálunum, har felagið er skrásett.
Men tað tykist sum arbeiðið hjá setanarbólkinum hevur verið ein glæntrileikur. Tí samstundis sum í hvussu er ein persónur, Bergur Poulsen, hevur verið til samrøðu hjá setanarbólkinum, so stendur samstundis greitt, at Niels Mortensen fekk fyrispurningin beinleiðis frá landsstýrismanninum í vinnumálum.
- Eg bleiv spurdur av Johan Dahl, um eg vildi vera formaður í nevndini fyri Atlantsflog, og eg segði ja, sigur Niels Mortensen sum samstundis váttar, at hann var ikki til nakra samrøðu.
Tað eru júst hesi viðurskifti, sum stórsti privati partaeigarin í Atlantsflog, Adrian Noskwith, førir fram.
Tá tíðindaportalurin in.fo mikukvøldið legði atfinningarnar hjá Noskwith fyri Johan Dahl, var svarið stutt.
- Eg havi absolutt onga viðmerking til tað, sum Adrian Noskwith skrivar. Eg vil kalla hatta fyri spamm, sigur Johan Dahl.