Durita og Jórunn í Smiðjuni

Seinnapartin fríggjadagin 12. desember letur forvitnislig framsýning upp í Smiðjuni í Lítluvík, har vinkonurnar Jórunn Dánjalsdóttir og Durita Rasmussen Dam sýna fram myndir og annað.

Tíðindaskriv:

Jórunn D. Poulsen (f. 1949) er útlærd handarbeiðslærarinna, og Durita Rasmussen Dam (f. 1952) er námsfrøðingur. Báðar eru tær Havnadamur við stóra H, og hava verið virknar í kreativa umhvørvinum í eitt mannaminni. Tær hava havt óteljandi framsýningar, bæði hvør sær og saman við øðrum. Eisini hava tær luttikið á sensureraðum framsýningum, eitt nú á ólavsøku-, vár- og heystframsýningum.

Myndirnar hjá Jórunni eru áseymaðar og broderaðar, meðan Durita hevur málað og klipt kollasjur. Myndaevnini eru nonfigurativ við blómum, mynstrum og landsløgum. Tað eru tey, sum vija vera við, at myndirnar hava ein pyntiligan, femininan dám, og at tær hóska væl í stødd og snið at lata í jólagávu. 

Fernisering verður í Smiðjuni í Lítluvík fríggjadagin 12. desember 2025 kl. 17.00. Hareftir er framsýningin opin dagliga til og við týsdagin 16. desember klokkan 10-18, - sunnudagin tó klokkan 14-18.  

Øll eru hjartaliga vælkomin.