Durita Weber - Ph.D. í medicin

9. mai 2003 vardi Durita Weber, f. Poulsen, í Odense sína Ph.D.-ritgerð um blóðkrabba (leukæmi)

Durita hevur gjørt eitt slóðbrótandi arbeiði innan gransking av blóðkrabba. Hon hevur m.a. kannað hvussu blóðkyknurnar búnast í blóðinum. Kanningarnar hava verið gjørdar bæði í kroppinum og sum laboratorieroyndir.
Durita er dóttir Elin, f. Magnussen, og Høgna Poulsen í Havn. Hon búði í Miðvági, til honvarð 11 ára gomul. Tá flutti familjan til Havnar at búgva. Pápin var prestur. Tá Durita var liðug sum studentur í Hoydølum, fór hon í 1985 til Danmarkar at lesa til lækna á Universitetssjúkrahúsinum í Odense. Meðan hon las, tók hon Diplomprógv í medisinskari gransking. Í 1994 fekk hon læknavísundaligt embætisprógv.
Í 1994 byrjaði hon sín Ph.D-lestur. Lesturin varð longdur vegna eyka laboratoriekanningar, sum tóku tíð at gjøgnumføra, og tí hon varð við barn tríggjar ferðir.
9. mai í ár vardi hon so sína Ph.D.-ritgerð við sera góðum úrsliti. Durita er gift við Claus Weber, ættaður úr Ålborg, hann er útbúgvin eksportteknikari, tey búgva í Odense og eiga døturnar, Emmu, Juliu og Sáru.