Klokkan 19.45 verður fyrsta bríkslið í HM undankappingardystinum millum Føroyar og Eysturríki. Tá ið Føroyar fríggjakvøldið vóru partur av 1-1 javnleikinum ímóti Kasakstan, myndaðist spælið soleiðis, at Føroyar vóru meiri í álopi enn mótstøðuliðið.
Landsliðsvenjarin roknar við, at tað í kvøld verður meiri soleiðis, sum tað plagar at vera. Tað vil siga, at mótstøðuliðið fer at leypa meiri á, og at føroyska liðið fer at leggja størri dent á verjupartin, meðan tað verður bíðað eftir møguleikanum at fara í skjótt mótálop.
-Vit sóu tað á útivølli, at eysturríkararnir flyta bóltin nógv og skjótt, og at teir ofta skifta síðu. Spælið minnir um tað hjá týskarunum, og tað krevur at okkara leggja nógva orku í. Vit vóna, at tað skal eydnast at vinna stig, men fyrst og fremst rokni eg við, at hugburðurin verður tann rætti. Um spælararnir geva seg fult og heilt, so ber tað til at hyggja hvønn annan í eyguni, sigur Lars Olsen, sum hevur gjørt tvær broytingar á liðnum, tá ið semmett verður við síðsta fríggjakvøld.
Nýggir á liðnum eru Páll A. Klettskarð og Súni Olsen, sum umboðar Føroyar fyri síðstu ferð. Páll A. Klettskarð hevur seinastu ferðirnar verið skiftur inn í álopið. Ímóti Kasakstan var um reppið, at hann í yvirtíðini skoraði sigursmálið. Páll hevur ikki enn skorað á landsliðnum, men nú fær hann møguleikan millum teir fyrstu ellivu.