Dystur í Betrideildini framskundaður

Dysturin ímillum AB og B36 er framskundaður eitt samdøgur.

Eftir ein stuttan landsliðssteðg byrjar Betrideildin hjá monnum aftur um vikuskiftið. Eftir ætlan skuldi allir dystirnir spælast sunnudagin, men soleiðis verður ikki hóast alt.


AB og B36 boða í dag frá, at dysturin teirra millum er framskundaður eitt samdøgur, soleiðis at dysturin heldur verður spældur leygardagin kl.15.00.


Betrideildin menn, 3. umfar:

AB – B36, leygardagin kl.15.00

KÍ – EB/Streymur, sunnudagin kl.15.00

HB – Víkingur, sunnudagin kl.15.00

Skála – NSÍ, sunnudagin kl.15.00

ÍF – TB, sunnudagin kl.16.00