Dysturin um Skálafjørðin

Grannauppgerðin er kanska størsti dysturin hjá Skála og NSÍ. Ikki minst á Skála er spenningurin stórur, nú tveir venjarar og fýra spælarar, sum vóru í orangju í fjør, nú umboða gula búnan

Fótbóltur

 

Í høvuðsstaðnum hevur í fleiri ár verið tosað um slagið um Havnina. Stórdystirnir millum B36 og HB standa høgt í metum millum manna, og tó at spælið ikki hvørja ferð rakar hæddirnar, so er intensiteturin aloftast í toppi.

Og soleiðis er eisini, tá Skála og NSÍ takast. Hóast NSÍ hevur tær drúgvaru royndirnar av teimum báðum, so er talan um lutfalsliga nýggj lið í føroyskum fótbólti. Men hetta seinasta merkir ikki, at ambitiónirnar ikki eru stórar.

Í Runavík hava tey í føðingardagsárinum veruliga sett nøsina móti gullinum. Ein partur av uppskriftini hevur verið at fara vestur um fjørðin eftir fólki á bæði venjara- og spælarasíðuni. Við Johan Nielsen og Paula Poulsen við róðrið hevur liðið í øllum førum eina sera dugnaliga venjaraduo, og framman undan sterki hópurin varð í ár enn sterkari við millum øðrum Jónhard Frederiksberg, Nenad Stankovic, Jóhan Troest Davidsen og Debes Danielsen, ið allir hava skift frá Skála. Jóhan og Debes hava tó fingið sína fótbóltsuppaling í NSÍ.

- Hetta er ein uppgerð um, hvør er bestur í kommununi. Júst sum tað er í Havn millum B36 og HB. Vit hava kanska ikki so nógv ár í hesi rivalisering, men dysturin er avgjørt ikki vorðin minni, nú NSÍ hevur tikið bæði venjarar og spælarar frá okkum.

Soleiðis sigur Alexandur Johansen hjá Skála, sum er ivaleysur í, at talan verður um ein dyst við nógvum og hørðum nærdystum, og har báðir partar leggja alla orku í at vinna.

Stevna er eisini á Skála, og sum Alexandur tekur til, so skal hendan helst enda við, at Skála fær steyp eftir sigur á NSÍ.

 

Gleðin komin aftur

Skála tóktist vera í djúpari kreppu, tá kappingarárið byrjaði. Men síðani venjarin varð skiftur eftir fýra tap á rað, er av álvara komin vend í. Verður fjórðingsfinalan í Klaksvík roknað við, hevur liðið bert latið eitt mál ígjøgnum í seinastu seks dystunum, og á talvuni hevur hetta ført liðið heilt nær heiðursmerkjastríðnum. Og vónin er í øllum førum, at felagið røkkur enn longur.

- Tað hevði í øllum førum verið stuttligt. Her og nú ræður tó um at taka ein dyst í senn.

Men hvør er broytingin hjá tykkum, og hvussu vilja tit spæla móti NSÍ?

- Fyrst og fremst, so er tað nú stuttligt hjá okkum at spæla. Venjaraskifti gav okkum nýggja luft, og John hevur verið framúr fyri okkum. Hann dugir væl við fólki, og venjingarnar eru eisini góðar, so stuttleikin er veruliga komin aftur í aftur hjá okkum.

- Og uppskrifin verður helst tann sama, sum hevur givið góð úrslit seinastu dystirnar. Vit skulu spæla kompakt í eini 4-4-1-1 skipan, har vit ikki geva mótstøðuliðnum pláss at spæla. Móti KÍ megna vit ikki heilt at halda teimum burtur frá møguleikum, men hetta hevur riggað væl. Og so skulu vit sjálvandi stríðast. Sjálvandi eru vit vinir við fleiri av spælarunum hjá NSÍ. Men tað vinarlagið er altso bert uttan fyri vøllin. Á vøllinuum verður einki latið fyri einki, sigur Alexandur Johansen.

 

Eitt arbeiði at gera

Á odda fyri NSÍ stendur Johan Nielsen. Hann er uttan iva mest royndi og mest vinnandi venjarin í føroyskum fótbólti, og royndirnar endurspeglast eisini, tá hann verður spurdur, hvørt talan er um serligan dyst, nú grannauppgerð er á skránni. Enn tá móti liðnum, har Johan sjálvur var venjari fram til í fjør.

- Tað hugsi eg als ikki um. Og tað trúgvi eg nú heldur ikki, at teir á Skála gera í veruleikanum. Sjálvandi skulu teir siga okkurt, men í botn og grund er tað eitt arbeiði, sum skal gerast.

Og Johan leggur afturat, at hjá teimum er setningurin so púrasta greiður. Skulu teir fylgja við í oddinum, so eru trý stig tað, sum skal fáast burtur úr dystinum sunnudagin.