Eager to Please á Café Natúr

Komandi vikuskiftið 2. og 3. mai vitjar rokkbólkurin Eager to Please Café Natúr. Eftir at hava tillagað repertoire teirra eitt sindur, siga teir seg vera klárar at koyra caféstílin fult út.

Á myspacesíðu teirra siga teir tó víðari, at rokkfólkið ikki verður svikið, tí tónleikurin framvegis er gittari, bass, trummur og vokal.

 

Ókeypis atgongd verður í Café Natúr bæði fríggjakvøldið 2. og leygarkvøldið 3. mai.