Í síðstu viku skrivaðu vit ein stubba um nýggju fløguna hjá rokkbólkinum hjá Eager to Please... Stubbin lýsti í stuttum nýggju fløguna hjá bólkinum, ið væntandi kemur út í november.
Vit komu av óvart at skriva, at bólkurin fer niður til Danmarkar at spæla fløguna hjá sær inn. - Hetta skuldi sjálvandi vera, at fløgan hjá teimum skal niður til Danmarkar at verða miksað, tí hon er liðug innspæld.
Bjarti Dalheim, Dagfinn Joensen, Heri Reynheim , Rani H. Christiansen og J.P. Andreassen - aka. Capt. Chaos (Hammond) hava spælt 8 nýggj rokkløg inn á fløguna, ið er inspirerað av tónleiki frá 80´unum og 90´unum.
Vit biðja um orsaka fyri mistakið.
Meira er at finna um bólkin á www.myspace.com/egr2plz, har eisini ber til at fáa ein smaksprøva uppá nýggju fløguna.