EB/Streymur hevur gjørt yrkisleikarasáttmála við tríggjar av unglingum. Teir eru Filip Kruse Johansen, Jákup Hummeland og Fayo Kruse. Sáttmálarnir eru fyribils galdandi fyri hetta og komandi kappingarár, skrivar heimasíðan hjá felagnum.
- Filip Kruse er tann elsti av teimum – hann fyllir 17 í morgin. Hann kann spæla nógv ymisk pláss í verjuni og á miðvøllinum, og er kropsliga væl fyri og sterkur í nærdystum. Ein sera raskur og viljasterkur spælari, sigur felagið.
- Jákup Hummeland spælir fyri tað mesta á teimum meira framrættaðu miðvallarplássunum ella í álopinum. Hann er skjótur og tekniskt væl fyri, ikki minst til avleveringar og skot. Raskur og orkumikil, skrivar EB/Stryemur.
- Fayo Kruse er málverji og tann yngsti av teimum trimum. Hann fylti 16 ár í apríl, men hóast sín unga aldur er hann høgur og væl bygdur, og tað er í sær sjálvum góðar dygdir hjá aftasta skansa. Fayo hevur spælt 8 U-landsdystir, og er í løtuni í U-17 landsliðshópinum, skivar heimasíðan hjá felagnum.
Allir tríggir spælararnir eru tilknýttir U17 og U21 liðunum hjá EB/Streymi.
- Enn er torført at siga í hvønn mun hesir garpar koma at mynda vaksnamannaliðini hjá okkum, men nú hava teir so aldur og formligu viðurskiftini eru í lagið, so tað verður spennandi at fylgja, skrivar felagið at enda.