EB/Streymur skrivaði søgu við at vinna tann størsta føroyska sigurin nakrantíð í einari evropiskari fótbóltskapping fyri felagslið hjá monnum. Hetta gjørdist veruleiki aftaná 5-1 heimasigurin á FC Lusitans í fyrsta undanumfarinum í Champions League í kvøld.
Gamla metið deildu HB og B36. B36 við einum 3-0 útisigri á Birkirkara niðri í Malta í 2006, og HB við einum 3-0 heimasigri á WIT Georgia úr Georgia í 2004.
Hjá kvinnum eigur KÍ størsta sigurin, tá ið tær í fjør vunnu heili 11-1 á Ada Velpoje í Champions League kappingini.
Aftaná dystin fekk Tróndur Arge orðið á Hans Paula Samuelsen, Egil á Bø og Arnbjørn Hansen, sum allir kappfegnaðust um avrikið, og sóu fram ímóti uppgávuni ímóti Dinamo Tblisi í Georgia í komandi viku.
Í ljóðbrotinum undir greinini ber til at hoyra málini í dystinum, sum Tróndur segði frá á Rás2. Í ljóðbrotinum ber eisini til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Hans Paula Samuelsen, Egil á Bø og Arnbjørn Hansen. Bill McLeod Jacobsen var viðmerkjari til dystin, og seinast í ljóðbrotinum ber til at hoyra Bill McLeod Jacobsen taka samanum avrikið hjá EB/Streymi.