EB/Streymur fekk fullan pott móti ÍF

Her eru úrslitini og málskjúttarnir í teimum trimum dystunum millum EB/Streym og ÍF í Betrideildini hetta kappingarárið

EB/Streymur og ÍF hava nú spælt teir tríggjar innanhýsis dystirnar í Betrideildini hjá monnum hetta kappingarárið.

 

EB/Streymur gjørdi slætt borð. Teir vunnu allar tríggjar dystirnar móti ÍF.

 

Sostatt var samlaða úrtøkan níggju stig til EB/Streym, og einki stig til ÍF í teimum trimum innanhýsis dystunum.

 

Samlaða málúrtøkan gjørdist 8-1 til EB/Streym.

 

EB/Streymur-ÍF 5-0 (0-0) - 14. apríl

 

1-0 Virgar Jónsson (56.)

 

2-0 Jens Erik Bruhn (65.)

 

3-0 Virgar Jónsson (78.)

 

4-0 Hannus Eiðisgarð (89.)

 

5-0 Filip Djordjevic (94.)

 

ÍF-EB/Streymur 0-1 (0-0) - 6. juli

 

0-1 Dabo Boubacar (63.)

 

EB/Streymur-ÍF 2-1 (1-0) - 15. september

 

1-0 Dabo Boubacar (29.)

 

2-0 Emil Weihe Joensen (46.)

 

2-1 Ruben Møller Nielsen (52.)

 

Kelda: FaroeSoccer