HB og EB/Streymur hava verið roknað sum tvey av liðunum, ið eru favorittar at vinna FM.
Í fyrsta umfarinum endaði tað 1-1 við Margáir, tá ið hesi liðini hittust.
Í dag var eingin ivi hjá HB, sum á heimavølli vann 3-1 ímóti ÍF, sum legði seg framum við brotssparki, áðrenn HB við trimum málum undan steðginum svaraði orduliga aftur. Eftir steðgin trýstu fuglfirðingar, og teir spældu seg til møguleikar, og viðhvørt dansaði bólturin á strikuni, men tað eydnaðist ikki ÍF at skora og harvið at fáa spenning í aftur.
Harvið hevur ÍF einki stig og tvey 3-1 tap í tveimum teimum fyrstu umførunum.
Hjá EB/Streymi hevur tað ofta verið lítil úrtøka fyrstu umførini. Soleiðis er tað eisini í ár. Aftur í dag endaði tað 1-1. Hesa ferð legði EB/Streymur seg framum ímóti B68, men í 2. hálvleiki svaraðu vertirnir aftur, tá ið teir javnaðu og harvið vunnu fyrsta stigið í bestu deildini, eftir at teir fjør vunnu næstbestu deildina.
Fyrr í dag vann B36 2-1 á Argjum, har Róldur Jakobsen skoraði bæði B36 málini.
B36 hevur 6 stig, HB hevur 4 stig, KÍ, NSÍ og AB hava 3 stig, EB/Streymur hevur 2 stig, B68 hevur 1 stig, Íf, Víkingur og Skála hava 0 stig.
Í morgin klokkan 15.00 eru tveir teir síðstu dystirnir í 2. umfari: KÍ-Víkingur og Skála-NSÍ.
-------
LÐUGT
1-1
4 minuttir lagdir aftrat.
90) 1-1
85) 1-1
Egil á Bø er fluttur fram í álopið, og nú er tað EB/Streymur, sum roynir at trýsta.
Jóhannes Hansen er komin inn á EB/Streyma liðið í staðin fyri Gunnar Zachariasen.
73)1-1
Jonleif Højgaard er farin úr B68 álopinum, og í hansara stað er komin Andrias á Líknargøtu.
70) 1-1: Bergur Gregersen 70.
Vinstri vongverjin Bergur Gregersen stýrir við høvdinum bóltin í malið eftir frísparksinnlegg frá Mads Rosenberg.
Høgni Madsen hjá EB/Streymi sær gula kortið.
68) 0-1
Nú er stilt á Svangaskarði, har tað er B68, sum hevur bóltin nógv mesta partin av tíðini í 2. hálvleiki. EB/Streymur leggur stóran dent á verjupartin, og tess meiri toftamenn leggja fyri í álopspartinum, so økjast møguleikarnir fyri góðum kontra møguleikum hjá EB/Streymi.
Kristian Anton Andreasen er komin inn á B68 miðvøllin í staðin fyri Esmar Clementsen.
65) 0-1
Fyrra partin av 2. hálvleiki hevur heimaliðið verið meiri framvið, men tað hevur ikki eydnast at skora.
EB/Streymur ger skjótt av í snarálopum, sum eru vandamikil.
55) 0-1
B68 hevur gott tak á tí, og í eina løtu var heimaliðið við at kringseta brotsteigin hjá gestunum.
Hans Pauli Samuelsen hjá EB/Streymi hevur sæð gula kortið.
50) 0-1
Nú hevur B68 lotið undan, og beinanvegin royndu toftamenn seg við fínum langskoti, sum var um reppið at fara í málið. Tað er meiri vindur nú, enn tað var í 1. hálvleiki.
---
Favorittarnir í EB/Streymi eru frammanfyri 1-0, nú tað er hálvleikt á Svangaskarði. Málskjútti í 1. hálvleiki var Niels Pauli Danielsen, sum takkaði fyri, tá ið teir í B68 verjuni drálaðu.
Fyrsta stóra hálva tíman gekk tað javnt á. Gert Hansen hjá EB/Streymi hevði tíðliga risa møguleika, og Jonleif Højgaard hjá B68 var í góðari støðu, men bólturin fór við síðuna av málstólpanum.
Síðsta korterið undan steðginum kendist tað sum um, at EB/Streymur hevði betri tak á spælinum.
Tað eru góð líkindi at spæla fótbólt á Svangaskarði í dag.
HÁLVLEIKUR
0-1
0-1: Niels Pauli Danielsen 39.
Tað gongur skjótt. B68 fekk einki burturúr, tá ið heimamenninir vóru tríggir ímóti tveimum. Og í næstu løtu var misskiljing í B68 verjuni, sum bar við sær, at Niels Pauli Danielsen skoraði fyri EB/Streym.
35) 0-0
EB/Streymur hevur fingið alt meiri tak á samanspælinum, men síðstu løtuna er tað B68, sum hevur havt besta møguleikan. Jonleif Højgaard var leysur, men hann sendi bóltin framvið handara stólpanum.
20) 0-0
B68 hevur verið eitt sindur omaná, men talan hevur ikki verið um stórar møguleikar burtursæð frá, tá ið Gert Hansen beinanvegin var púra leysur frammanfyri Kristian Joensen, sum fyri fyrstu ferð verjir B68 málið.
B68-EB/Streymur klokkan 15.00
Dómari:
B68: Kristian Joensen – Niklas Poulsen, Jóhan Dávur Højgaard, Mads Rosenborg, Bergur Gregersen – Janus Mortensen, Jann Ingi Petersen, Ovi Brim, Hákun Edmundsson, Esmar Clementsen - Jonleif Højgaard
EB/Streymur: René Tórgarð – Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Pól Jóhannus Justinussen - Gert Hansen, Høgni Madsen, Niels Pauli Danielsen - Leif Niclasen, Gunnar Zachariasen, Hans Pauli Samuelsen
---
LÐUGT
3-1
85) 3-1
ÍF hevur mist takið, sum fuglfirðingar høvdu eina løtu,og nú er tað einki, sum bendir á, at HB ikki skal vinna.
Leivur Joensen hjá ÍF er í øðini, tá dómarin vísir honum gula kortið, tí hann heldur, at Leivur hevur gjørt fríspark ímóti Alex José dos Santos.
75) 3-1
Páll Mohr Joensen er komin inn í høgru hjá HB í staðin fyri Christian R. Mouritsen.
70) 3-1
Úr góðari støðu hevur Leivur Joensen hjá ÍF sent fríspark dygst framvið málinum.
Tróndur Jensen farin út og Poul Ingason er komin inn á HB liðið, og Alex José dos Santos er komin inn í staðin fyri Pál Mohr Joensen.
Ari Ó. Ellingsgaard og Kristoffur Jakobsen eru farnir út, og Nenad Saric og Frank Poulsen eru komnir inn á ÍF liðið.
Santos hevur longu sæð gula kortið.
65) 3-1
ÍF spennir álopsbogan. Karl Løkin og Bogi R Petersen eru sera framrættaðir, og tað ber við sær, at HB er vandamikið í mótálopum.
60) 3-1
Tað er sera lívligt í Gundadali. ÍF verjan bjargaði tvær ferðir á strikuni beinanvegin, og nú er tað HB verjan, sum hevur bjargað tvær ferðir.
Ferðin er høg, og tað er sera undirhaldandi.
50) 3-1
HB hevur lagt bragdliga fyri. Christian R. Mouritsen spældi Heina Vatnsdal púra blankan, men Hallgrímur G. Hansen bjargaði.
Lítla løtu seinni smekkaði Ari Ó. Ellingsgaard bóltin á tríkantin, eftir at Karl Løkin hevði spælt hann leysan. Og so sendi Dánjal á Lakjuni returbóltin upp um tóma málið.
Tað er gott lag í HB leguni, nú teir eru farnir at hvíla seg í Gundadali, har ÍF vitjar. Heimaliðið hevur havt takið á spælinum alla tíðina, men tað var skelkur fyri heimafólkið, tá ið ÍF legði seg framum. Eftir hornasparksinnlegg bríkslaði Eiler Rasmussen fyri brotssparki til ÍF, tí Bartal Eliasen var togaður niður.
Miðvallarin Bogi R. Petersen umsetti úr ellivu metrum og til mál.
Síðsta korterið undan steðginum hevur HB skorað trý mál, og harvið bendir nógv á, at tað verður sera torført hjá ÍF at svara aftur. Andrew av Fløtum, Christian R. Mouritsen og Kristin R. Mouritsen hava skorað.
HÁLVLEIKUR
3-1
45) 3-1: Kristin R. Mouritsen 45.
So hevur HB økt um leiðsluna. Hesa ferð var tað Pál Mohr Joensen, sum átti næstsíðsta fótin, og í vinstru var tað Kristin R. Mouritsen, sum lyfti bóltin upp um Hallgrím G. Hansen, ið var komin fram úr málinum.
42) 2-1
2-1: Christian R. Mouritsen 41.
So hevur HB lagt seg framum. Eftir gott uppspæl varð Christian R. Mouritsen leysur í høgru, og umvegis eitt ÍF bein sendi hann bóltin framvið Hallgrími G. Hansen, sum í dag verjir ÍF málið.
35) 1-1
HB hevur takið á spælinum, og heimaliðið hevur spælt seg til møguleikar, uttan at tað hevur eydnast at skora.
28) 1-1
Andrew av Fløtum hevur javnað eftir horna úr høgru.
15) 0-1
Fuglfirðingar hava lagt seg á odda við brotssparki, eftir at Bartal Eliasen varð togaður niður. Bogi Reinert Petersen skoraði.
HB-ÍF klokkan 15.00
Dómari:
HB: Teitur M. Gestsson – René S. Joensen, Rógvi S. Holm, Jóhan Troest Davidsen, Pál M. Joensen - Fróði Benjaminsen, Tróndur Jensen, Heini Vatnsdal – Christian R. Mouritsen, Andrew av Fløtum, Kristin R. Mouritsen
ÍF: Hallgrím G. Hansen – Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í Lambanum - Bogi R. Petersen, Karl Løkin, Kristoffur Jakobsen – Ari Ó. Ellingsgaard, Clayton Soares, Dánjal á Lakjuni