EB/Streymur leigar úr HB og B36

Spælaraflytingar: Sundalagsmenn leggja tveir spælarar afturat

Alt bendir á, at EB/Streymur leigar Ara Mohr Olsen úr HB, og Pætur Petersen úr B36. Ari Mohr Olsen hevur verið nógv darvaður av skaða, og hevur av tí sama ikki spælt nógv í ár.

 

Eisini leigar EB/Streymur Pætur Petersen úr B36. Framrættaði miðvallarin hevur ikki verið partur av besta liðnum hjá B36 í eina tíð. Tá felagið valdi at enda samstarvið við Philip Lund, fingu teir Meinhard E. Olsen inn frá Vendsyssel.

 

Tí verður ikki pláss fyri framrættaða miðvallaranum í B36, sum nú verður útleigaður til EB/Streym, sum frammanundan hevur leigað Trygva Askham frá árstalsfelagnum.

 

EB/Streymur er í løtuni trý stig røttu megin niðurflytingarstrikuna.