EB/Streymur hevur í dag leigað U21-landsliðsspælarin, Bjarna Petersen, frá B36. Hann verður fyribils útleigaður fram til summarstegðin. Hetta er ein avleiðing av, at B36 hevur gjørt sáttmála við Sonna Ragnar Nattestad, sum møguliga fer av landinum aftur í summar
- Avtala er gjørd millum EB/Streym og B36 um at leiga Bjarna Petersen. Talan er um leigu sáttmála fram til summarsteðgin. 21 ára gamli verjuleikarin leikti í fjør 20 dystir í betrideildini fyri B36 og tilsamans hevur hann 82 dystir fyri besta liðið hjá B36. Bjarni hevur umboða øll ungdóms landsliðini og er í løtuni liðformaður og fastur maður í miðverjuni hjá U21-landsliðnum, skivar EB/Streymur.fo.
EB/Streymur hevur fingið tilgongd úr HB, har Hjalti K. Djurhuus og Símun Sólheim eru komnir til. Úr Víkingi eru komnir Magnus Heinason og Fannard Skoradal. Talan er í øll um fýra førunum um ungar spælarar, sum ikki hava royndir av fastari spælitíð í Betri deildini.