Signar í Homrum hevur í dag, aftaná hálvt annað ár sum formaður og til samans seks ár í nevnd, takkað fyri seg sum formaður í EB/Streymi. Fyrrverandi málverjin, Brian Hansen er nýggjur formaður í EB/Streymi.
- Tað hava verið bæði upp- og niðurtúrar, FM-heiti og niðurflyting og gleði og tár. 1000 takk fyri, øll tit sum standa saman um felagið í við- og mótgongd. Takk til allar stuðlar av øllum handa slagi, hjálparfólk, áskoðarar, leikarar og øll sum á sín hátt geva sítt íkast til hendan fantastiska felagskap, skrivar kendi tónleikarin, og nú fyrrverandi formaðurin í EB/Streymi, á Facebook í kvøld.
Nýggjur formaður er Brian Hansen. Hann var partur av hópinum í gullárunum sum málverji. Í dag eigur og rekur hann klædnahandlin Bob and Marilyn’s Suitcase saman við Bartali Hermansen. EB/Streymur er aftur í bestu deildini, eftir eitt ár í næstbestu deildini.
Nevndin skipaði seg við Brian Hansen sum formanni, Oddur Ejdesgaard sum næstformanni, Dan Olsen sum kassameistara, Magnus á Stongum sum skrivara, og Torfinn Djurhuus sum nevndarlimi. Tiltakslimir eru sum sagt Ólavur F. Høghamar Ejdesgaard og Magnus Magnussen.