EB/Streymur-NSÍ 1-8: Hoyr venjarar seta orð á dystin (FM1)

(FM1) Hoyr Jákup Martin Joensen (EB/Streymur) og Trygvi Mortensen (NSÍ) seta orð á EB/Streymur-NSÍ 1-8 (1-5)

##med2##

NSÍ vann ársins størsta sigur í Betrideildini í ár, tá teir vunnu ein knúsandi 8-1 stórsigur á EB/Streymi í Hólmanum á Eiði. Longu í steðginum var NSÍ á odda 5-1, og tá brendi Jann Martin Mortensen enntá eitt brotsspark, ið Rói Zachariassen bjargaði. Klæmint A. Olsen skoraði heili fimm mál áðrenn hann var skiftur út. Jann Benjaminsen, Pól Johannus Justinussen og Magnus H. Olsen skoraðu hini trý málini fyri NSÍ. Steffan Løkin javnaði til 1-1 tíðliga í dystinum, men eftir tað kom EB/Streymur ikki til orðanna aftur í dystinum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr høvuðsvenjaran hjá EB/Streymi staðfesti eitt framúr gott avrik hjá NSÍ, ið var hansara monnum at bana. Jákup Martin Joensen fer nú at brúka komandi vikuna at fáa sínar menn á lagið aftur, ið gav EB/Streymi góðan 1-1 javnleik móti Víkingi farna vikuskiftið. EB/Streymur spælir móti KÍ á útivølli.

2) Hoyr hjálparvenjaran hjá NSÍ, Trygva Mortensen lýsa eitt framúr gott avrik, har helmað var ikki í gjøgnum allan dystin. Tó vóru teir í venjaratoyminum noyddir at taka Klæmint A. Olsen av vøllinum miðskeiðis í seinna hálvleiki, tí hælsinan argaði. Bæði Jákup Martin Joensen og Trygvi Mortensen staðfesta, at 8-1 stórsigurin var ikki eitt mál ov stórur, heldur hinvegin. 

 

(Hoyr samrøður við Jákup Martin Joensen og Trygva Mortensen)