EB/Streymur sett kós móti 1. deild

EB/Streymur hevur nú lagt seg á odda í 2. deild, eftir at teir vunnu toppdystin sunnudagin á heimavølli móti TB

EB/Streymur hevur nú sett beina kós móti 1. deild, tá teir sunnudagin á heimavølli vunnu ein sera málríkan og spennandi dyst á TB. Fyri dystin høvdu bæði TB og EB/Streymur 20 stig , so spenningurin undan dystinum var sera stórur.

Seinast hesi bæði liðini møttust, var tað TB sum lá omaná, men hesaferð gjørdu eiðismenn bart, og liggja teir nú sera væl fyr at flyta upp í 1. deild, har teir ikki hava verið síðani fyrru hálvu í nítiárunum.

Dysturin á Mølini var ikki sørt málríkur, og tá avtornaði vórðu ikki minni enn 11 mál skotin í dystinum. Endaliga úrslitið gjørdist heili 7-4 til heimaliðið sum sostatt hevur tikið seg trý stig framum TB og ÍF sum liggja jøvn á øðrum plássi.

EB/Streymur kom á odda við máli frá Halltóra Joensen, men stutt eftir javnaði Jón Tórur Holm fyri TB. Finnbjørn Zachariassen legði síðani heimaliðið á odda aftur, men Ragnar Petersen svaraði aftur fyri TB, áðrenn Halltórur Joensen aftur legði EB/Streym á odda til hálvleiksstøðuna 3-2 til heimaliðið. Í seinna hálvleiki økti Vinjard Dam til 4-2, men Birgir Jørgensen minkaði um munin til 4-3. Nú var spenningurin veruliga í luftini, men tað var eftir hetta málið hjá Birgiri Jørgensen, at TB ikki megnaði at fylgja við meiri. Jón Sigurd Gleðisheygg, Vinjard Dam og Kaj Joensen fingu allir hvør sítt mál fyri EB/Streym, og gav tað teimum eina trygga 7-3 leiðslu. Nú var dysturin í roynd og veru avgjørdur, men Eyðun Svalbard megnaði tó at minka um munin fyri TB, og endaliga úrslitið gjørdist sostatt 7-4 til EB/Streym.

EB/Streymur prógvaði harvið, at teir heilt avgjørt hava neyðugu styrkina í hópinum at tryggja sær pláss í 1. deild komandi ár.

Við sigrinum kom EB/Streymur sum sagt uppá fyrsta pláss í aðru deild, og eru teir nú trý stig frammanfyri TB og ÍF, sum eisini vann sín dyst í vikuskiftinum.

Næsta vikuskiftið skal EB/Streymur suður til Havnar at spæla móti HB, og útlitini fyri einum sigri og harvið trimum týdningarmiklum stigum eru góð.

TB, sum skal royna at endurvinna sær bæði oddasessin og pláss í bestu føroysku deildini, tekur næsta vikuskiftið móti B36 suðuri á Tvøroyri, og verður tað ein torførur dystur fyri TB, av tí at B36 nú byrjar at blanda seg í toppin.rt gav Djóna gula kortið, eftir at hann hevði runnið hálvan vøll eftir Allani Mørkøre, sum hevði tikið beinini undan Ian Højgaard, uttan at bólturin var nærhendis. Allarhelst átti talan tá at verið um tvey reyð kort.

Sum um totala eyðmýkingin av HB liðnum ikki var nóg mikið, so kundi Christian Høgni at enda seta punktum, tá eitt mótálop endaði við, at hann gjørdist leysur, soleiðis at reina hat-trick hansara varð veruleiki.


Undirhaldandi

Samanumtikið má sigast, at hóast talan ikki var um ein av best leiktu dystunum í ár, so var talan um undirhald á høgum støði.

Hvørki viðhaldsfólk ella leikarar hjá HB mundu vita, um tey skuldu flenna ella gráta, meðan risamøguleikarnir vórðu burturspiltir. NSÍ viðhaldsfólkini mundu hinvegin vera í góðum lag, og hóast alt eiga leikararnir hja NSÍ eisini rós uppiborið fyri sín leiklut.

Alir sum ein stríddust teir fyri felags søk síni, men tað vóru serliga tríggir leikarar, sum tosað varð um eftir dystin.

Christian Høgni Jacobsen fekk trý mál úr trimum møguleikum, harav málið til 4-2 var ein sonn perla. Rúni Joensen kom sjálvsagt eisini í fokus, orsakað av væntandi HB málunum, og so skal superveteranurin, Abraham Løkin, eisini nevnast. Tá hann fyrstu ferð royndi seg í fremsu fótbóltsdeildini, vóru fleiri av liðfeløgum hansara ikki føddir, men hetta sær ikki út til at gera mun. Fótbóltsheilan hevur hann enn sum fáur, men tað, sum er mest hugtakandi, er hvussu nógvar bóltar hann framvegis megnar at fáa fatur á. Heldur hann fram á sama hátt, er eingin forðing fyri, at hann eisini komandi árini tekur okkurt tørn fyri NSÍ.

Hjá vertunum mundi Hans á Lag vera einasti leikari, sum spældi sum ein komandi føroyameistari, meðan liðfelagar hansara mugu taka í egnan barm, um teir framhaldandi ætla sær at vera partur av FM-stríðnum.


HB-NSÍ 2-5 (1-2)

1-0: Pætur Dahl 5.

1-1: Dánjal Hansen 30.

1-2: Sjúrður Jacobsen 44.

2-2: Bárður Mortansson 51.

2-3: Christian Høgni Jacobsen 53.

2-4: Christian Høgni Jacobsen 56.

2-5: Christian Høgni Jacobsen 90.


HB:

Bárður Johannesen ? Jóhannis Joensen, Florin Miháescu, Hans á Lag, Janus Joensen ? Gigi, Rúni Nolsøe, Símun Eliasen, Pætur Dahl ? Jón Rói Jacobsen, Andrew av Fløtum


NSÍ:

Rúni Joensen ? Kári Hansen, Djóni N. Joensen, Arnfinn Langgaard, Sjúrður Jacobsen ? Gert Langgaard, Ian Højgaard, Abraham Løkin, Jónstein Petersen ? Dánjal Hansen, Christian Høgni Jacobsen