Eftir 8. umfar er oddasessurin hjá EB/Streymur greiðari enn undan vikuskiftinum.
EB/Streymur vann 2-1 ímóti HB, og nú er munurin fimm stig millum tvey tey fremstu.
B71 tapið ber við sær, at sandoyingar nú eru einsamallari í botninum, enn teir vóru undan vikuskiftinum.
Skála tryggjaði sær eitt stig í Runavík. Hetta var sama úrtøka, sum Víkingur og KÍ fingu burturúr fríggjakvøldið. Harvið hava Víkingur, KÍ og Skála flutt seg eitt stig burtur frá B71.
B68 sigurin í Fuglafirði, og tað at NSÍ bara megnaði eitt stig, ber við sær, at grannaliðini nú liggja lið um lið miðskeiðis á talvuni.
Longu mikukvøldið verður 9. umfar á skránni.
8. umfar
Víkingur-KÍ 3-3 (1-2)
0-1: John Hammer
1-1: Símun Louis Jacobsen
1-2: Rodrigo
1-3: Rodrigo
2-3: Andrias Lava Olsen
3-3: Andrias Lava Olsen
ÍF-B68 1-3 (0-2)
0-1: Ndende
0-2: Keita
1-2: Høgni Mardsen
1-3: Keita
B36-B71 1-0 (1-0)
1-0: Hanus Thorleifson
EB/Streymur-HB 2-1 (1-0)
1-0: Hans Pauli Samuelsen
1-1: Andrew av Fløtum
2-1: Arnbjørn Hansen
NSÍ-Skála 2-2 (1-0)
1-0: Jónhard Frederiksberg
2-0: Øssur Dalbúð
2-1: Alexandur Johansen
2-2: Arnhold Berg
Støðan
EB/Streymur 20 stig
HB 15 stig
B36 13 stig
B68 og NSÍ 11 stig
ÍF 10 stig
Víkingur og KÍ 9 stig
Skála 6 stig
B71 4 stig
Mikudagin 28. mai
HB-ÍF
Skála-EB/Streymur
KÍ-NSÍ
B71-Víkingur
B68-B36