Hósdagin 3. desember lata dyrnar upp í Dr. Jakobsensgøtu 5 við eini listaframsýning og livandi verkstaði.
Tað er listakvinnan Edith Mørkøre, ið hevur framsýningina og verkstaðin, sum verða opin allan desember mánað.
Edith málar út frá menniskjaligum virðum, og á framsýningini verður abstrakt/ekspresionistiskt list at síggja. Íblásturin til málningarnar hevur hon frá viðurskiftum, sum rørast í tí dagliga lívinum, og hendingum sum hon ella onnur rundan um hana koma út fyri. Edith er fødd í 1979, er ættað av Argjum og er búsitandi Inni á Gøtu í Hoyvík.