Hjem Svære Hjem: Edison Teater – við Edmundi á palli
Sjónleikurin “Hjem Svære Hjem” varð sýndur fjúrtan ferðir fyri jól í fullsettum sali í Edison-sjónleikahúsinum á Frederiksberg.
Seks ókeypis eykasýningar verða aftur frá 12. til 18. januar. Tey ellivu heimleysu og fyrrverandi heimleysu hava skrivað niður sínar egnu upplivingar, sum tey framføra á palli.
Hesin slóðbrótandi leikurin er sera væl umtóktur, rørandi og beinrakin við skaldskapi, sangleiki, rapptónleiki, kórtónleiki og orðaskifti við áskoðarar.
Í februar verður leikurin sýndur í Århus, og onkur heimildarfilmur er á veg. Leikstjóri er Madeleine Røn Juul. Fyriskipari er felagsskapurin C:NTACT, stovnaður við Henrik Hartmann á odda. Hann var leikhússtjóri á Betty Nansens Teater í 23 ár.
Bikuben Fonden stuðlar verkætlanini, og endamálið er at seta ljóskastaran á fordómar og tabu um heimleys. Føroyska býarmyndin í Keypmannahavn, Edmund S. Jacobsen, hevur ein høvuðsleiklut við sálarligum gøtuskaldskapi, eisini syngur hann í kórinum.
Lesið samrøðu við Edmund S. Jacobsen úr Sosialinum 14. mars 2011 VIÐ AT TRÝSTA HER