? Sum støðan er í dag, hava vit fulla umsetiligheit í føroysku fiskivinnuni. Gott dømi um hetta var, tá útróðrarbátur á 15 tons fór úr flotanum fyri eitt skip á 400 tons, sigur Heini O. Heinesen, formaður Tjóðveldisfloksins.
Heini O. Heinesen heldur tað vera tíð uppá at rudda verður upp í fiskivinnulóggávuni, men hann vísir á, at hetta fyri tað ikki merkir, at vinnan skal gerast meiri umsetilig.
? Tað er eingin loyna, at eg eri ímóti fríari umsetiligheit. Eg haldi, at vit í staðin kundu havt ein kvotubanka ella onkra líknandi skipan. Men, sum støðan er nú, mugu vit rudda upp í óruddinum hjá undanfarnu samgongu, ið hevur lóggvivið soleiðis, at frí umsetiligheit valdar í vinnuni. Landsstýrismaðurin umsitir neviliga í verandi støðu lógina, sum var hon fult umsetilig.
Skulu ikki vera bangnir
Formaður Tjóðveldisfloksins sigur onga orsøk vera hjá Jóannesi Eidesgaard og øðrum, sum hava rópt upp í útvarpinum, at óttast fyri, at fiskivinnan í Føroyum kemur í somu støðu, sum tann í Íslandi.
? Vit skulu minnast til, at málið als ikki er komið fyri í tinginum enn, sigur hann og vísir á, at góður møguleiki verður fyri at kjakast um málið í tinginum eftir nýggjár.
? Tað sum nú skal gerast er, at tað skal ruddast upp í málinum, men hetta merkir tó ikki, at linjan skal gerðast harðari enn tað sama.
Heini O. Heinesen sigur, at hann ikki hevur handlað við fiskimálaráðharran um, hvussu fiskivinnulóggávan skal vera. Men hann sigur, at hann er ímóti beinleiðis stuðuli til vinnuna.
Skapa fortreytir
? Eg haldi, at vit skulu skapa fiskivinnuni fortreytir, heldur enn at veita henni stuðul, og tað er tað, vit ætla við nýggju fiskivinnulóggávuni.
Heini O. Heinesen sigur, at hann fer at arbeiða fyri, at mark verður sett millum útróðrarflotan og restina av flotanum, og hartil ætlar hann sær at virka fyri, at trolararnir fáa loyvi at virka tosk og hýsu. Men hann fer ikki at ganga við til, at økisfriðingarnar verða avtiknar.
Hóast Heini O. Heinesen er ímóti fríari umsetiligheit, sigur hann seg einki hava ímóti, at flotin fær møguleika at regulera seg, og væntar hann ikki, at hetta fer at oyða smáplássini.