Edmund settur sum festivalstjóri

Føroyingur settur sum nýggjur festivalstjóri hjá Esbjerg Rock Festival.

Esbjerg Rock Festival hevur fingið ein nýggjan festivalstjóra. Talan er um føroyingin Edmund Jacobsen, ið hevur starvast við festivalinum í fleiri ár.


- Eg eri settur sum festivalsjóri. Tað vil siga, at tað er ein stjóri yvir mær, ið eisini eigur festival, men hann hevur ætlanir um at slakka av nú og hevur brúk fyri øðrum at hjálpa til við festivalinum.


- Sjálvur haldi eg, at hetta er eitt spennandi starv og ein spennandi tíð á festivalmarknaðinum. Kappingin er øgiliga hørð, tí fólk keypa ikki bara uttan víðari atgongumerkir longur. Man skal klára at skapa eina serliga uppliving, ið fólk ikki fáa aðrastaðni.


Edmund Jacobsen hevur hjálpt við festivalinum seinastu tólv árini, so tað er ikki eitt ókent arbeiðið, ið hann nú tekur á seg.


- Eg havi arbeitt sum journalist í Esbjerg í nógv ár. Frá 2003 til 2010 arbeiddi eg sum freelance fyri festivalin, har eg skrivaði tíðindaskriv og ymiskt til heimasíðuna. Síðani er tað bara vorði meira og meira. Seinastu trý árini hava eg verið limur í stýrisbólkinum, og nú eri eg so vorðin festivalstjóri.


Sambært Edmund Jacobsen, so er talan um eitt arbeiðið, ið fevnir rættiliga vítt.


- Nógv tíð fer til at vera kreativur. Man skal taka støðu til hvørji tiltøk skulu vera á festivalinum og hvørjar bólkar skulu spæla, men fyrr ella seinni má tað kreativa steðga, og man má byrja at planleggja. Tað verður so mín uppgáva, tað at organisera dagliga arbeiðið, finna rættar leverandørar, vita um ikki okkurt kann gerast bíligari o.s.fr. Harumframt havi eg enn alt PR-arbeiðið undir hendi.


Esbjerg Rock Festival er í stødd umleið tað sama sum Summar Festivalurin, men málbólkurin kann ikki sigast at vera heilt tann sami.


- Umleið 10.000 fólk vitjaðu festivalin seinast, so tað vil siga, at hann er nakað tað sama í stødd sum Summar Festivalurin. Aldursbólkurin er eitt sindur øðrvísi, tí flestu fólkini eru frá tretivu til fimti ár. Sjálvt festivalkonseptið er broytt nakað síðstu árini. Frá at hava verið ein festivalur, ið legði seg eftir 80'ara tónleiki, so hevur man síðstu árini roynt at fevna breiðari. 


- Festivalurin leggur seg altíð eftir, at hava eitt stórt navn bæði kvøldini, umframt at hava nøvn, ið ikki spæla á øðrum festivalum í Danmark. Í ár spældu Europe fríggjakvøldið og Def Leppard leygarkvøldið, og í fjør spældi Billy Idol á festivalinum.