Edmund sparkar eftir formanninum

PÍNLIGT Hetta er pínligt fyri Sambandsflokkin, sigur Edmund Joensen fólkatingslimur, um sín egna flokk og sín egna floksformann

- Hetta er pínligt og tað setir Sambandsflokkin í ringt ljós.
Tað staðfestir Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin.
Á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum um vikuskiftið, nýtti hann høvi til at
skjóta eina breiðsíðu eftir førda politikkinum hjá Sambandsflokkinum – og serliga nýtti hann høvi til at geva formanni floksins, Kaj Leo Holm Johannesen, sum eisini er løgmaður, eitt spark.
- Fyri at siga, sum er, kundi politiska handalagið verið betri, sigur hann.
Tað, fólkatingsmaðurin sipar til, eru miseydnaðu samráðingarnar um at hækka ríkisveitingina runt roknað 150 milliónir krónur.
Síðani 2002 er danska ríkisveitingin til Føroya ikki prístalsviðgjørd. Hevði hon verið tað, hevði hon verið runt roknað 150 milliónir hægri í dag, enn hon er.
Hendan samgongan setti sær fyri at ríkisveitingin skuldi dagførast aftur og at hon sostatt skuldi hækkast 150 milliónir.
Tað vísti danska stjørnin frá sær og síðani hevur samgongan ásannað ósigurin í hesum føri og hevur slept ætlanini um nýggjar samráðingar.
Men tað hevur fólkatingsmaðurin hjá flokkinum ikki
- Kravið um, at ríkisveitingin skal upp á dagsvirðið, er rætt og rímiligt, segði Edmund Joensen á landsfundinum hjá flokkinum leygardagin.
Hann segði, at hann minti áhaldandi donsku stjørnina á halda sínar fíggjarligu skyldur í Føroyum.

Vánaligt handalag
Hinvegin heldur Edmund Joensen, at tað er vánaligt politiskt handalag hjá formanni floksins, sum hevur elvt til, at onki er komið burtur úr.
Ríkisveitingin kundi langt síðani verið komin upp aftur á dagsvirðið, tí tað hava vit havt nógvar møguleikar til.
- Tí stúri eg fyri, at hjá almenninginum fer Sambandsflokkurin at standa sum tapari í hesum máli.
- Og tað fer at kosta flokkinum, legði hann afturat.
Hann skuldsetir eisini Fólkaflokkin at blokera fyri samráðingunum um ríkisveitingina og fyri at brúka hetta sum jarnbrot í samgonguni fyri at fremja egin mál.
Edmund Joensen vildi hava at vita, hví Sambandsflokkurin finnur seg í slíkum.
- Hetta er ómetaliga pínligt og setir Sambandsflokkin í ringt ljós og skaðar umdømið floksins, sigur Edmund Joensen.

Ein marra
Men Edmund Joensen finst eisini hvassliga at ólavsøkurøðuni hjá løgmanni, har hann segði seg droyma um ein ríkjafelagsskap við trimum sjálvstøðugum londum.
- Dreymurin um ein ríkjafelagsskap er blivin ein marra fyri Sambandsflokkin, staðfesti Edmund Joensen.
Hann sigur, at á Fólkatingi verður spurnartekin sett við, um Sambandsflokkurin framvegis er ein Sambandsflokkur.
Flokkurin hevur mist trúvirðið, sigur Edmund Joensen.

Nyttar onki at peika eftir hvørjum øðrum
- Tað nyttar einki at peika eftir hvørjum øðrum.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, formaður Sambandsfloksins.
Hann er ikki samdur í atfinningunum, hann fekk frá hjá Edmund Joensen, fólkatingsmanni, á landsfundinum leygardagin.
- At peika eftir hvørjum øðrum, førir onga leið, so eg fari ikki at peika eftir Edmund Joensen, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.

Onki forstáilsi
Kaj Leo Holm Johannesen førir fram, at tað varð ein roynd gjørd at hækka ríkisveitingina, soleiðis, sum Edmund Joensen sipar til.
Men politisku flokkarnir í Danmark høvdu avgjørt onki forsáilsi fyri hesum og allir flokkar vístu málið frá sær.
- Eisini Vinstriflokkurin, sum Edmund Joensen samstarvar við og sum er bróðurflokkur Sambandsfloksins í Danmark, vísti málið frá sær.
Kaj Leo Holm Johannesen sigur, at sostatt var ongin ongin møguleiki fyri at røkka á mál við hesum samráðingunum.
Og hann kennir onki til tað áhaldandi stríðið, Edmund Joensen sigur seg hava við donsku stjórnina um at fáa ríkisveitingina upp.

Ikki aftur
Av tí, at donsku flokkarnir hava víst málinum so staðiliga frá sær, fer samgongan ikki at gera eina roynd afturat.
- Tað hava vit ongar ætlanir um, tí tað er veruleikafjart.
- Skulu vit yvirhøvur gera okkum vónir um at koma á mál, ber í fyrsta lagi til at taka málið upp aftur eftir eitt fólkatingsval í eini vón um, at politiska vælviljin í Danmark verður betri tá.
Løgmaður vísir eisini staðiliga aftur, at Fólkaflokkurin hevur blokerað málið í samgonguni.
Hann vísir kortini á, at tað hevur eydnast at fáa ríkisveitingina prístalsvigjørda aftur og sostatt fer hon at vera einar 50 milliónir hægri, tá ið hetta valskeiðið er av, enn hon hevði verið við ongari prístalsviðgerð.

LES EISINI GREININA: Flóvisligt at vera sambandsmaður

LES EISINI GREININA: Fleiri útlendingar mugu flyta til Føroya at búgva