Jóan Símun Edmundsson var aftur við í byrjunaruppstillingini hjá OB, sum í kvøld var á vitjan í Esbjerg. Hann byrjaði enn sum áður á høgra vongi.
Føroyski landsliðsleikarin kom aftur hesaferð á máltalvuna. Við einum braki av einum frísparksmáli javnaði hann í seinna hálvleiki til 2-2, og skeyt harvið sítt triðja mál í Superliguni.
Óheppið fyri hann, so misti hann bóltin, ið førdi til avgerandi málið hjá Esbjerg, sum vann 3-2 og fekk sín fyrsta sigur hetta kappingarárið.
Hetta var hinvegin fyrsta tapið hjá OB í hesum kappingarárinum. OB hevur nú átta stig fyri seks dystir og er miðskeiðis á stigatalvuni.