Frits Johannesen
Tað er nógv skrivað um henda málningin, og hann hevur eisini givið íblástur til listina. Tað er røringur kring í Evropa um hetta mundi í skaldskapi, tónleiki og listini. Tað er eins og heimurin hevur ligið í dvalað í milliónir av árum, men vaknar í einum skríggi. Nú skal lívið - menniskja - latast í ein nýggjan ham. Tað skal loysast úr sínum borgarliga fangilsi.Tað skal latast úr og vera frítt og frælst. Edv. Munch skrivar í 1926 til tann unga Broby-Johansen: " Tað er rætt, at hugskot míni búnaðust í Bohêmtíðini ella undir Hans Jægersa hond... " Edv. Munch hevur sjálvur skrivað í dagbók sína: " Livsfrisen er gitin í samrøðum og hugtøkum frá Bohêmtíðini - og gongutúrum í teimum ljósu náttunum."
Bohêmrørslan
Henda rørsla tók seg upp í Kristiania í 1880-unum. Hon kom at hava stóran týdning fyri Munch, og hann hevði stóra virðing fyri leiðara tess, Hans Jæger (1854-1910), sum skrivaði eina skaldsøgu, um Kristiania Bohêmarnar(1885). Hald var lagt á hesa skaldsøgu og Hans Jæger var dømdur tveir mánaðir í fongsul. Hetta verk var um lívið ímillum hesar bohêmar og sæð við tátíðar eygum, varð hon søgd at vera "rå pornografisk roman."
Edv. Munch hevur gjørt ein sera góðan málning av Hans Jæger (1889) beint eftir, at hann er komin úr fangatippinum. Vit vita, at Munch sat saman við Hans Jæger á Grand kvøldið fyri, tá ið hann fyri aðru ferð fór í fongsul. Hans Jæger fekk loyvi til at hava eina mynd, sum Munch hevði málað við í fangatippið. Henda mynd er ikki til longur, men roknað verður við, at hon hevur verið millum Madonnu og Dagin eftir.
Ein tann fyrsta litografiska andlitsmyndin, sum Munch gjørdi, var av Hans Jæger og eitt tað síðsta listaverkið, sum Munch læt úr hondum fyri deyða sín, (1943-44) var ein litografisk mynd av ungdómsvini sínum, Hans Jæger.
Christian Krogh (1852-1925)
Kendi Skagenmálarin Cristian Krogh var eisini limur í hesum felagsskapi. Hann var cand jur. og av góðari borgarligari ætt. Árið eftir at Hans Jæger hevði fingið sína roman kolldømda, skrivaði C. Krogh søguna um Albertine. Krogh fór við hesi roman í hernað ímóti tí borgarliga góðtikna skøkjulevnaðinum. Tað var sagt, at tað var neyðugt at hava henda skøkjulevnað fyri at verja tær borgarligu døturnar, hvørs moydómur ikki skuldi dálkast av monnum(dreingjum) frá teimum lægru samfelagsløgunum. C. Krogh fekk eina bót fyri sína skriving. Hann gavst ikki so, men málaði tríggjar myndir av Albertine, og kendasta av teimum er Albertine í bíðirúminum hjá politilæknanum. Hon byggir á ein kapittul í skaldsøguni. Krogh var ein góður stuðul fyri henda felagsskap og stjórnaði blaðútgávuni hjá Kristiania Bohêmunum, sum æt "Impressionisturin." Munch hevði stóra virðing bæði fyri Hans Jæger og Cristian Krogh
Hans Jæger var eitt heiðurligt skald, men var anarkistur. Hann skrivaði ritgerð um heimsspekingin Imanuell Kant (1724-1804), men endaði sína skaldaligu gongd við at skriva "Anarkiets Bibel".Hesin listaligi hópur av skaldum og myndlistafólkum forkastaðu alla borgarliga hugsan og meiningar og alt tað, sum var heilagt bæði á himni og á jørð.
Edv. Munch og bohêmlívið
Mong av teimum, sum livdu í hesum umhvørvi gingu til grundar av rúsdrekka, syfilis, sjálvmorði og ótálmaðum sambandi við kvinnur. Hesi listafólk bardust fyri at skapa betri menniskjanslig kor manna millum, og vildu hava størri listaligt og persónligt frælsi.
Hugsan og tankar um lívið við dygdum og avbjóðingum komu til Kristiania frá Paris. Ung listafólk fóru til München og endaðu í Paris og komu heim aftur við nýhugsanini um skaldskap og list. Kristiania var ein lítil býur. Í 1885 búðu ikki meira enn 135.000 fólk í hesum staði. Munch kallaði Kristiania fyri - " hesin sibiriski býurin", sum gav allari nýhugsan kaldliga móttøku. Hetta livdi bert í vaðgotum, t. d. í Paris, men í Noregi galt tað lív ella deyð í snerpnum, bygdasligum, borgarligum trongskygni. Hetta setti spor í tað politiska og sosiala lívið, men fremst av øllum kom ein birting í tað mentanarliga lívið hjá nøkrum heilt fáum menniskjum.
Sum eitt óløgi komu tær nýggju hugsanitrnar til Noregs. Málarnir rímdu frá München til Paris og komu heimaftur fyltir við tonkum og hugsanum um impressionismu og anarkismu. Tað vóru hesi, sum myndaðu bólkin, ið róptu seg fyri Bohêmrørslan.
Munch fann seg ikki til rættis í hesum mannahópi, ið helt seg til teir rivnu brunnarnar. Hann sá, hvussu lívið fjarðaði út í sálarligum sjótámi, sum oyddi teirra grøna vøkstur. Mannalagnur fórust sum strok í skrígginum hjá Munch.
Fyrsta boð teirra ljóðaði:" Tú skalt skriva títt lív", tað níggjunda og síðsta boðið ljóðaði." Tú skalt taka títt egna lív."
Tað listaliga frælsið tók Edv. Munch til sín, og sálarligt frælsi gekk honum nær, og eru skyggingar av hesum tátti at síggja í list hansara. Munch var gløggur og góður eygleiðari. Tá ið kjakið gekk upp á tað besta um ymisk listalig evni, kundi hann koma við síni útsøgn og vera bæði speiskur og hittinorðaður. Men hansara fedranna upphav stóð altíð hansara hjarta næst. Hann kendi seg altíð tætt knýttan til familjuna og vildi ikki bróta við heimið og fylgdi ikki øðrum boði, sum ljóðaði: " Tú skalt kubba tíni bond við familjurøtur tínar." Munch hevði eina ávísa andstygd fyri hesum rótleysa lívi. Men hetta litríka umhvørvið gav honum íblástur til málningalistina. Sum sagt, var hann ein góður eygleiðari og ynskti hann at lýsa í list síni tað modernaða sálarlívið, sum jú eisini eydnaðist honum
Kvøld á Carl Johan
Munch stillaði út í Berlin 1902 myndirnar Reyðskýggj, Gøta (eisini kallað Kvøld á Carl Johan), Heyst, Síðsti tímin og Ræðsluskríggj undir heitinum: "Ræðsla fyri lívinum."
Munch stillaði út í Leipzig 1903 millum annað myndirnar Reytt vín, Skríggj og Ræðsla, og Kvøld á Carl Johan frá 1892. er dyggasta og besta myndin, sum hongur í Rasmus Meyers samlingini í Bergen. Munch hevði málað Várdagur á Carl Johan tvey ár frammanundan. Hendan myndin er impressionistisk, men tann fra 1892 var ein ekspressiv, symbolsk mynd. Ein mynd um einsemi, ræðslu og tað at verða fremmandur í sínum egna umhvørvi.
Sum íblástur frá Kristianiabohêminum letur Munch tað borgarliga samfelagið koma gangandi oman eftir Carl Johan. Menninir undir bovlarahattum og kvinnurnar undir fínum og snøggum hattum. Hóast andlitini eru opinskárað og eyguni víðopin, so eru tey avmáld og afturlatin. Út úr hesum eygnabráðum stendur tann borgarliga siðbundna skrúðgongan, sum í tvingsli og óskrivaðum reglum eru fangar í kúgaðari, undirkomnari, borgarligari, fastlæstari og moralskari uppfatan. Hetta eru tey, sum sita ovast uppi á rókini og verja um siðvenju, lóg og rætt, men eru fallkomin í síni trongu lívssjón, tí tey kunnu loyva sær alt, uttan nakar lyftir hond frá síðu og peikar á teirra følsku dygdir.
Ovast uppi í myndini er Stórtingið, sum við sínum gulu og hvítum vindeygum - gulu og hvítum eygum, eygleiðir henda borgarliga hóp. Her inni verða lógirnar smíðaðar av teimum somu borgarligu samfelagsumboðunum. Fólkini á Carl Johan eru teirra longdi armur. Hetta er herurin, sum er ímyndin av tí borgarliga andanum, kálkaðar gravir - tapetsálir, sum blikna á teimum víðopnu eygunum eina kvøldarstund á Carl Johan gøtuni.
Ein maður fer einsamallur gangandi fram við hópinum. Tað er ikki ringt at vita hvør hesin er, sum gongur ímóti streyminum. Edvard Munch hevur skrivað í dagbók sína: "Øll fólkini, sum gingu framvið, sóu so ókunnug og rár út, og hann helt, at tey eygleiddu hann - stardu at honum - øll hesi andlitini - eygnabragdini í kvøldarljósinum - fekk ikki samlað tankarnar - hann hevði bara tómleika í høvdinum - so royndi han at festa eyguni við eitt vindeyga ovast uppi - men so fór ræðslan um hann av teimum, ið gingu framvið - Alt likamið skalv av bangilsi, og hann lak í sveitta."
Málningurin Kvøld á Carl Johan boðar frá ræðslu og einsemi í eini mannamúgvu. Hugsi, flest fólk kenna hetta á kroppi sínum, og kanska duga vit so væl at fara við hesum, at eingin bítur merkju í, at vit hava kanska hetta í kjøtinum borið - kvørskvisni, tora illa at koma manna millum og hava ikki mót til at fara niðan um garðarnar av hæddarræðslu, og vit síggja okkum sjálvi í Carl Johan gøtuni.... Áarvegnum... "Stroynum"... ella bara á Toftagøtuni í Fuglafirði, gyrd í brókum av ræðslu.
Vit eru kanska ongantíð so einlig sum júst nú. Tora vit illa at fara til gongu, nei, nú er tað bilurin, ið vit goyma okkum í - eru sum fangar í hesum flutningsfari, sum fer sum dreki eftir vegnum við einsemi á setrunum og einum kjøtklumpi við rættið, sum er meira starandi enn fólkini á Karl Johan. Fara heim til húsa at stara á sjónvarpsskíggjan í totalum einsemi. Hetta er eitt ramaskríggj, eitt harmaljóð, eitt róp frá tí nýmótans menniskjanum, sum Munch hevur sett í bás millum fýra karmar á einum málningi, sum hann rópar fyri Skríggj.
Skríggið
Er málningurin á Carl Johan gøtuni um tað einliga menniskjað í eini mannamúgvu, í einum býi ella bygd, so hugsi eg, at Edvard Munch hevur sett tvær strikur undir Skríggið, sum er eitt fullkomið skap av hansara hugsan um tað einsemið, sum fólk kunnu koma í, og sum hann sjálvur gekk í ígjøgnum eitt heilt lív. Myndin hevur so stórt hugflog yvir sær, at tað er bládýpi í hesari klettamynd í einum sálardýpi, har vit sjáldan grynna, men er bert eitt tám av okkara fjøllbroytta kvørkvisni í ringjandi strokum í løgum og einum deydningahøvdi, sum hvølt rópar, skríggjar í einum stummum rópi, sum fer um allan tann undirkomna heimin.
Henda myndin er frá 1893 og hongur í tjóðarskálanum í Oslo, og hevur Munch gjørt oman fyri fimmti myndir av hesum motivi. Motivið er frá Nordstrand, við Kristiania (Oslo) og Holmenkollen ásinum í baksýni. Eitt petti av brúgvararminum er til skjals enn tann dag í dag.Hann sigur sjálvur um íblásturin til hesa mynd, har hann liggur sjúkur í Nice í 1892, at hann gongur á eini brúgv saman við nøkrum vinfólkum. Tey fara undan honum. "Tá kom ein slík ræðsla á meg. Himmalin bleiv blóðreyður, legði meg aftur at eini gyrðing deyðmøddur og sálarliga undirkomin av ræðslu - sá tey brandandi skýggini eins og blóð og svør - tann blásvarta býin - vinir mínar sá eg fara undan mær - eg stóð har undirkomin í ræðslu - og tað var, sum fór eitt skríggj í natúrini um meg - so hvølt og andskræmiligt ígjøgnum møn og merg og gjørdi meg ræðsluslignan." Hetta hevur hann skrivað í dagbók sína.
Møguliga er ein mumia úr Peru á Museum Musée de L´Homme í Paris eisini vorðin íblástur til myndina. Tann støða, sum hendurnar á myndini hjá Edv. Munch hava, líkist ómetaliga nógv tí støðu, sum hendurnar á hesi mumiu hava - somuleiðis tey tómu eyguni. Hetta heldur amerikanski listafrøðingurin Robert Rosenblum, sum hevur víst á hesa mumiu á Muséé de L´Homme í Paris.
Munch las nógv skaldaverkini hjá Feodor M. Dostojewski, og hugsandi er eisini, at hann hevur lisið um Søren Kirkegaard, sum hann skaldsliga er í ætt við: " Sál mín er so tung, at eingin hugsan kann bera henni uppi longur, einki veingjabreiði kann lyfta hana til skýggja, og fer hon um gólvið, fer hon stetlandi av stað eins og fuglur yvir berligan hógv í toruslátti. Í mínum sálardýpi er ein inniløst kensla sperd í ræðslu, sum boðar frá einum jarðskjálvta." Her eru skaldakend ættarbond, sum kanska Munch hevur tikið til sín. Eingi ivi er um, at hann í sínari sálarsjúku finnur síni egnu hugskot til málningarnar. Pensilin er amboðið hjá honum at mála seg burtur úr einseminum og besti heilivágur at loysa seg úr hesum fjøtrandi leinkjum, sum vilja binda hann niður í tað skríggjandi einsemið.
Sjálv myndin er tøkniliga ikki ein tann besta. Málingaløgini í málninginum eru sum vánaligar hyppiveltur, men tað er júst hetta, sum ger málningin til eitt fullkomið skríggj. Tað hevði verið løgið í míni verð, at flaturnar høvdu verið eins og hjá t. d. Rembrandt, tá hevði málningurin ikki latið seg úr í einum ralandi skríggi, men tá hevði annað sjótám verið yvir hesum verki. Skríggið hevði ikki verið so rámandi, hevði ikki havt so hvølt ljóð, um so var.
Endi
Hetta motivið hevur Edv. Munch brúkt í meira enn fimmti verkum, sum hann hevur latið úr hondum. Nálprent, linoliumsprent, steinprent og tveir, tríggjar málningar. Hetta er ikki hissini. Skríggið er eisini markið millum alt ella einki. Motivið er sett upp sum ein partur av eini spegilsmynd, har høgri kantur sæð frá myndini er ein spegilsásur. Alt, sum er í myndini, er eitt afturskin, eitt endurskin av tí, sum ikki er, men er hóast alt. Munch hevur málað tað, sum ikki er. Tað er torført at mála eitt skríggj. Tú sært ikki eitt skríggj, men tú hoyrir tað. Tú sært ikki sálina og minni sálardýpið, tí er henda myndin og Carl Johan eisini marknarsteinar til tað abstraktu listina. Tað kundu verið smá strok afturat, sum kundu gjørt hesar myndir til abstrakar myndir. Evnið er ikki ikki ítøkiligt, og í øllum tí tóma rúminum, sum er hinumegin spegilsásin, liggur kenslan, medvitið, sálin, andin, allur vevnaður í arvi, kyknum og ílegum, sum mynda sálarlívið hjá tær og mær. Sjálvt tann fríska sálin eigur sítt pláss hinumegin, ella hvør hevur eitt fullkomið sálarlív, ella hevur eina fullkomna, fríska sál?
Vit kunnu síggja á atferðina hjá fólki, at tey eru sálarliga sjúk t. d. ofta taka tey hendurnar upp við vangan og soleiðis flíggja frá løtuni, sum er, ella verja seg ímóti onkrum, sum tey uppfata sum ágang móti sær, men sum kanska ikki er soleiðis (mumian). Soleiðis ger hesin hamur á brúnni í Skrígginum hjá Edvard Munch. Lat hann standa har og gev honum frið. Hann er okkara endurskin í tónleiki, skaldskapi, list, samfelagsliga og endurspeglar títt og mítt sálarlív.
Keldur: Mennesket og kunstneren Edvard munch.- Ragnar Stange.
Nærbillede av et geni Rolf Stenersen. Edvard Munch - Ulrich Bischoff.
Den Munch jeg møtte- Inger Alver Gløersen. Louisiana Revy - Edv. Munch på Louisiana 1975.