Eftir korona koma ferðafólkini aftur

- Beint nú mugu vit gera alt vit kunnu fyri, at ferðavinnan í Sandoyar sýslu ikki verður rakt harðari enn neyðugt, sigur formaðurin í Sandoyar sýslu Ferðalag.

 

Alt samfelagið er ávirkað av korona-støðuni, og enn duga vit ikki at síggja langtíðarávirkanina av øllum tí, sum hesar broytingar koma at hava við sær. Ferðavinnan í Føroyum hevur veruliga fingið eitt skot fyri bógvin, nú eingi útlendsk ferðafólk vitja landið, og føroyingar í stóran mun halda seg heima.

- Í Sandoyar sýslu ávirkar hetta sjálvandi eisini, og teir lokalu veitararnir, ið hava gjørt seg út til eitt summar við ferðavinnutilboðum, eitt nú útferðum, tiltøkum og summarhúsaútleigan, merkja hetta í sera stóran mun.

Tað sigur Heini Tausen, sum er nýggjur formaður í Sandoyar sýslu Ferðalag. Hann væntar, at ferðavinnan í summarhálvuni í ár verður slakari enn undanfarin ár, tó at torført er at spáa um komandi tíðina.

- Í løtuni arbeiðir Visit Sandoy serliga við at taka sær av limum, gestum og teimum lokalu veitarunum. Sjálvt um tað sær svart út, mugu vit trúgva upp á eina ljósa ferðavinnuframtíð, heldur formaðurin fyri.

Heini Tausen vísir á, at um tað er nakað, sum er jaligt við korona-kreppuni, so er tað, at vit menniskju kanska fara at gerast meira tilvitað um tað, sum er týdningarmikið í lívinum. - Tá tú ikki sleppur at ferðast, virðismetir tú upp aftur meira tað frælsi, ið vit mest sum hava tikið fyri givið, leggur hann aftrat.

Formaðurin í Sandoyar sýslu Ferðalag leggur dent á, at tá spjaðingin av korona-virusinum minkar - ella heilt er burtur - og landamørkini lata upp aftur, eiga vit í Føroyum at verða so klár sum gjørligt at taka ímóti ferðafólkunum, ið væntandi koma higar og vilja njóta okkara fantastiska land og náttúru.

- Beint nú mugu vit gera alt vit kunnu fyri, at ferðavinnan í Sandoyar sýslu ikki verður rakt harðari enn neyðugt.

Heini Tausen vísir á, at tað finnast hópin av fólki í heiminum, ið gjarna vilja koma til Føroyar - og eisini til Sandoyar sýslu - at vitja.

- Tá ræður um hjá okkum at møta eftirspurninginum og kunna bjóða eitt fjøltáttað úrval av aktivitetum, upplivingum og gistingarmøguleikum. Tað er mín meting, at einki er so vist sum, at ferðafólkini koma aftur.

Nýggi formaðurin í Sandoyar sýslu Ferðalag hevur eisini nøkur boð upp á, hvat gerast kann fyri ferðavinnuna í hesu truplu korona-tíðum.

* Brúkið tíðina, nú tit eru heima, til at gera gestakamarið liðugt og fá tað lagt út á Airbnb. Tá kunnu vit hava eitt breiðari gistingarútboð til ferðafólkini.

* Brúkið tíðina úti í náttúruni, takið vakrar, øðrvísi myndir og deili tær við okkum á Visit Sandoy, soleiðis at vit eru klár, tá ferðavinnan aftur fer at blóma í sýsluni.

* Gerið brúk av lokalu tilboðunum so nógv, tit kunnu. Arbeiðið heima og brúkið tíðina saman við teimum, ið hava týdning fyri teg - tá hjálpir tú samstundis ferðavinnuni.

* Vend tær til Visit Sandoy við tínum ferðavinnuhugskoti, hjálp okkum at hjálpa tær. Kanska títt hugskot júst er tað tilboð, sum ferðavinnan í Sandoyar sýslu hevur bíðað eftir.

Heini Tausen heldur, at ferðavinnan í Føroyum hevur eina avbjóðandi tíð fyri framman.

- Men, eg eri sannførdur um, at ferðavinnan kemur ígjøgnum hesa truplu tíð og kemur at standa sterkari enn nakrantíð, tá viðurskiftini, sum beint nú eru fastløst, koma í rættlag aftur, sigur Heini Tausen, formaður í Sandoyar sýslu Ferðalag.

##med2##